Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Áhugavert at hoyra stjóran í Visit Faroe Islands vera so uppgevandi og avgjørda og siga:

“at uttan at málið um gongd í haga verður loyst, so skal man ikki halda fram við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál”.

Vildi mett, at tað er høvuðsuppgávan hjá Visit Faroe Islands at hjálpa til við tí sum kann betrast innan galdandi lóggávu heldur enn allatíðina at fílast inná galdandi lóggávu.

Galdandi lóggáva sigur, at tað er loyvi at ganga eftir gomlu gøtunum millum bygdir. Onnur gongd bert í samráð við tey sum vara av jørðini.

Hetta mátti ikki verið so ómetaliga ringt at marknaðarført. Givið so, nevnd, stjórn og starvsfólk í ferðavinnuni kunnu halda at tað hevði verið betri um galdandi lóggáva var strikað. Inntil hon er broytt er núverandi lóggáva galdandi.

Ferðafólkini koma til Føroyar fyri at uppliva okkara vøkru nátturðu og ríka fuglalív. Tí undrar tað almikið, at stjórin í Visit Faroe Islands og fleiri við henni, enntá løgtings- og landsstýrisfólk aftur og aftur føra fram, at einki gjald má takast uttan at veita eina tænastu. Td ein matpakka ella ein ferðaleiðara.

Royndirnar kring landið, har gjald verður tikið, vísa at meginparturin, ja kanska omanfyri 90% av teimum ferðandi hvørki eftirspyrja matpakka ella ferðaleiðara. Tey vilja sleppa at ganga sum tey vilja, har tey vilja og tá tey vilja.

Hóast hetta et teirra ynski, so skilja tey ómetaliga væl, at hetta ikki er serliga skilagott fyri okkara nátturðu, okkara djóra- og fuglalív og fyri bygdarfólki kring landi. Tey skilja burðardygga tilgongd, tey eru kanska hørm um at tey ikki sleppa fyri einki og kanska ósamd í avmarkingunum, men tey góðtaka treytirnar. Summi eru óiva ónøgd, men leggja tey nógv eftir seg? Ivasamt!!

Sjálvsagt skulu treytirnar verða kendar og broytingar lýsast í góðari tíð. Lukkutíð gongur tað rætta vegin, men pláss er fyri enn betri kunning vm. Her hevði verið gott við hjálp frá Visit Faroe Islands.

Tómar hotelsengur og færri ferðafólk skyldast neyvan bara “óskilið” vegna gongd í haga. Høg inflatión, væntandi búskaparlig framgongd, prísvøkstur og hækkandi rentustøði og ongin Michelin matstova í Føroyum man óivað hava sína stóru ávirkan eisini.

Tí eitt sindur hugstoytt, at stjórin í Visit Faroe Islands mælir til at høvuðsvirksemi hjá Visit Faroe Islands - at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland - verður tikið av skránni vegna óskil skapt av festibóndum og óðalsfólki kring Føroya Land.

Vit yvirtaka fegin játtanina at marknaðarføra innanlendis ferðavinnuna, um tað skal vera.

Hiking.fo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo