Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hvørja ferð miðlafólkini í Løgtinginum finna uppá okkurt, tekur KVF málið upp beinanvegin.

Soleiðis eisini nú, tingmenninir Uni Holm Johannesen og Sólvit Nolsøe, fyrrverandi miðlamenn, kasta ljós á skipanina við einum valdømi, í eini roynd at gera vart við seg, so fólk skulu vita, at teir eru løgtingsmenn.

Innslagið í D&V í kvøld var áhugavert.

Tosað varð við tveir fyrrverandi løgtingsmenn, sum hvør í sínum lagi, bert høvdu eitt fyri eyga, tá teir vóru við til at skipa Føroyar sum eitt valdømi - at tryggja sína egnu politisku framtíð.

Tann eini, Edmund Joensen, var væl nøgdur við eitt valdømi, tí tað tryggjaði honum tingsess, til hann sjálvboðin gavst í politikki.

Hin, Bjarni Djurholm, var ikki nøgdur við eitt valdømi, tí hann var ikki valdur á valinum í 2008.

Longur er tann søgan ikki.

Fyri meg var tað gott ikki at verða tvangsinnlagdur til at velja eitt valevnið í Havn, tá betur valevnir vóru aðrastaðni í landinum.

Fólkafloksveljari í Havn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo