Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mong munnu tey vera sum gleða seg til at fylgja við í føroyskum fótbólti aftur í hesum korona-tíðum, hóast tey ikki sleppa til dyst.

Hinvegin fer nú at bera til at síggja føroyskan fótbólt úr norskum sjónvarpi, eins og danska Ekstrabladet nú eisini bjóðar somu tænastu.

Í eini grein í Ekstrabladet fyrr í dag verður boðað frá hesum, og víst verður á, at ein her fer at vísa dystin í Runavík millum NSÍ og TB.

Alt gott um tað!

Men tá teir so umrøða dystin fara teir alt ov langt, og vísa lítla virðing fyri serligu støðuni hjá áleyparanum hjá føroyska landsliðnum, Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ.

Ekstrabladet skrivar beinleiðis soleiðis: ”Opgøret bliver bl.a. en kamp mellem den notoriske målsluger Klæmint 'Klumpfod' Olsen fra NSÍ og de fire danskere Mads Raben, Rasmus Møller, Frederik Mehder og Sebastian Kroner i TB Tvøroyri”.

Altso - var nú neyðugt at skula lýsa – eyknevna – Klæmint við sínum likamliga breki, tá millumnavn hansara altso er Andrasson?

Hann hevur annað uppiborið, hesin føroyski málslúkurin!

Og her er so greinin:  trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo