Sannir vinir vara, hini koma og fara
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað eru skjótt 5 ár síðani hendingin fór fram, men nú er so endaliga staðfest við rættarúrskurði, at tað var gift, ætlað skaðadjórum, sum gjørdi, at omman og abbin eisini doyðu. John og Susan Cooper, bæði miðskeiðis í trýssunum, úr Bretlandi, høvdu boðið familjuni til frítíðarstaðið Steigenberger Aqua Magic Hotel við Reyða Havið.

Tey høvdu eitt av barnabørnunum sovandi hjá sær á kamarinum, men tá hon bleiv illa til passar mitt um náttina fór hon inn til mammuna at liggja. Tá John og Susan ikki komu niður til morgunmatin næsta morgun fór dóttirin upp á kamarið at vita hví, og tá fann hon tey deyð í songini. 

Aftaná er staðfest, at hotellið var í holtur við at týna veggjalús í kamarinum við síðuna av, og gassið lak gjøgnum eina hurð sum ikki var heilt tøtt inn til tey.

Veggjalús hava verið ein vaksandi trupulleiki í nógvum londum í Europa. Í summar kom fram, at í franska høvuðsstaðnum París eru tær at finna í stórum pørtum av býnum. Tær liva av mannablóði, kom fram um náttina men krógva seg um dagin. Tað kann vera sera trupult at sleppa av við tær, tí tær kunnu liva í eitt ár uttan føði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo