40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ríðisambandið: Í dag klokkan 12 verður nýggja ríðihøllin hjá Vága Ríðingarfelag tikin í nýtslu. Høllin er bygd í Miðvági og er eisini ein lon av rossahúsum, bygt fast í høllina.

At høll og rossahús eru komin upp at standa, er mest hesum monnunum á myndini fyri at takka – Uttan hesar eldsálirnar og øðrum sjálvbodnum, so var enn eingin ríðihøll í Vágum – Tí fór Ríðisambandið á vitjan seint í gjárkvøldið, at geva teimum eina lítla heilsan, sum virðismeting fyri stóra arbeiði teir hava gjørt fyri ríðingina í Vágum. Hóast kl var 10 fríggjakvøld, vóru teir alllir í høllini og arbeiddu.

Teir hava við kassameistarinum Regini Poulsen eisini gjørt eitt risa arbeiði við at skaffa stuðlar og aðra hjálp til høllina, hetta arbeiði er so gott gjørt at nú høllin stendur liðug er eingin skuld í høllini og hon er ogn hjá Vága Ríðingarfelag.

Høllin ið er í Miðvági, letur alment upp kl 12 í dag, tá kendi reiðmaðurin, Svenning Reinert, fer at ríða inn í høllina. Aftaná verður alment tiltak har fólk fáa høvið at síggja høllina og ymisk dýr verða at síggja, umframt hoppiborgir o.a.

Á myndini eru frá vinstru Zacharias R. Jacobsen, Regin Poulsen, Egil W. Hansen, Tummas Hans Gaardlykke, Brandur í Dali RF og Thorfinn Nielsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo