Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G!: Øll listafólk noyðast at ganga egna leið, fyri at finna seg sjálv. Elinborg letur til at finna svarini skjótari enn tey flestu.

Tað er altíð gleðiligt, tá ið fólk koma heim.

Elinborg er uppvaksin í Syðrugøtu, og bygdagentan, sum í dag nemur sær tónlistarliga útbúgving uttanlanda, kemur heim at spæla á G!.

Øll listafólk noyðast at ganga egna leið, fyri at finna seg sjálv. Elinborg letur til at finna svarini skjótari enn tey flestu.

Góð hevur hon altíð verið, men legg til merkis á hennara útgávum, hvussu skjótt hon mennist og at hon í dag er ein heilt ómetaliga góð songkvinna.

Somuleiðis mennast hennara framførslur sera skjótt og G! var til staðar, tá ið alt kom í rættlag. Tað var her fyri, tá ið Elinborg spældi á Iceland Airwaves, har hon tók øll fullkomiliga á bóli í einum fullsettum spælistaði.

Fólk vóru so bergtikin, at tey komu aftur á konsert dagin eftir, at uppliva hesa serstøku framførslu enn einaferð.

Vit tora at lova tykkum eina einastandandi konsert, tá ið Elinborg framførir síni myrku, elektronisku hugløg.

Sjey føroysk nøvn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, har onnur føroysk kunngjørd nøvn higartil eru Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivør.

Fylg við, tá ið vit dagliga kunngera eitt spennandi føroyskt tónleikanavn. Atgongumerkir eru til keyps á www.gfestival.fo
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo