Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á tingfundinum í dag sum byrjar klokkan 10 eru ellivu 3. viðgerðir og ein 1. viðgerð á skránni.

Dagsskráin, fríggjadagur, 15. desember 2023, kl. 10:00

1 1. viðgerð LM-056/2023 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2023 (høli til MR-Skannara)
2 3. viðgerð LM-053/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum vegna nýggja rættargangslóg fyri Føroyar (Strika tilvísingar til løgreglumál og politimál o.a.)
3 3. viðgerð LM-041/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Avgjøld á f-gass og ávísar rættingar í vørunumrum og øðrum)
4 3. viðgerð LM-042/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Nýggj vørunummur fyri f-gass og ávísar rættingar í toll- og vøruskránni)
5 3. viðgerð LM-047/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Broyting í brúkstreytini fyri at avhenda egnar fiskidagar og egnar kvotur, broyting í brúksskylduni á veiðiloyvi, fiskiloyvi, egnar fiskidagar og egnar kvotur, og broytt áseting um gildiskomu)
6 3. viðgerð LM-050/2023 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2023 (Vetrarhald, Fámjinstunnil og stuðul til niðurtøku og burturbeining av oljufýrum)
7 3. viðgerð LM-051/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin)
8 3. viðgerð LM-037/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattaumskipan 2024 og 2025, stigvís minking av fiskimannafrádráttinum og avtøka av samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum)
9 3. viðgerð LM-038/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um endurgjald til kommunur vegna frádráttir og serskattaskipanir (Skattaumskipan 2024 og 2025, tillaging av endurgjaldi til kommunurnar vegna stigvísa minking av fiskimannafrádráttinum og avtøka av uttanlandsfrádráttinum)
10 3. viðgerð LM-039/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju (Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av brennioljugjaldinum)
11 3. viðgerð LM-040/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av punktgjøldum á brennievni og broyting av heiti)
12 3. viðgerð LM-036/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattaumskipan 2024 og 2025, javning av skattastiganum)
13 Framløga

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo