Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Orð og myndir - Dávur Winther: Av røttum kann sigast, at íslendengar liggja sera frammarlaga og eru á høgum støði í tónlistini

Langt er ímillum, at klaksvíkingar, norðingar og eysturoyingar hava høvi til at sita og njóta sang og orgulspæl á so høgum støði, har karmurin ikki stóð aftari enn hátignarliga og vælljómandi Christianskirkjan í gjárkvøldið. Løgini og umhvørvið hóskaðu so væl saman og fitt var av fólki.

Sí myndir her

Elsa Waage, operasangarinna – contra alt – og Antonia Hevesi, pianistur og organistur, hava nú í 14 samfullar dagar undirvíst bæði yngri og fólki í góðum aldri í sangi.  – Sangfrálæran hevur verið í Skálanum.

Skráin hóskvøldið í Christianskirkjuni var við fleiri kendum løgum so sum “Ombra mai fu” av George Friederich Händel, “Panis Angelicus” av Cesar Franck, Negero spiritual “Some time I feel like a motherless child” og fleiri onnur løg.

“The Holy City” av Stephen Adams sang hon eisini og her kom kórið í Christianskirkjuni inn í niðurlagnum, sum fylti sera væl upp og røddin hjá Elsu bara vaks og vaks. Kórið og Elsa sungu væl saman.

Orglið við fullari orku
Antonia Hevesi spældi á orglið fyrst kendu Toccatuna í d-moll av Johan Sebastian Bach, har orglið veruliga kom til sín rætt. Seinni spældi hon eitt stykki “Song of India” – úr operuni Sadko. Hon hevði sjálv arrangerað hetta hóvliga og melankolska stykkið.

Alt í alt var hetta ein uppliving sum sjáldan.

At føroyaferðin og undirvísingin í sangi við konsertum, bæði í skúlanum á Skúlatrøð 6. og 7. ársnæmingum, í Tekniska skúla, í Norðurlandahúsinum og síðani í Christianskirkjuni hevur kunnað verið framd, er hollum stuðlum fyri at takka, sum tóku so væl undir við hesum kostnaðarmikla tiltaki. – Teir eru: Høvuðsstuðlar, Klaksvíkar Kommuna, P/F JFK, P/f Christian í Grótinum. Aðrir stuðlar KBI, Mallco, Bank Nordik.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo