Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Korona-kreppan hevur við sær, at aðalfundurin hjá ENGSO, sum ÍSF skuldi verða vertur fyri dagarnar 5.-7. juni, er útsettur.

 

Talan er um 28. aðalfundin hjá evropiskum ítróttasambondum og olympiskum nevndum í felagsskapinum, ENGSO, sum er røddin hjá evropiska ítróttinum – óheft av politiskum skipanum. Aðalfundurin verður væntandi hildin seinni ár, men enn er ógreitt nær, og hvar fundurin so verður.

 

- So leingi korona elvir til ótryggleika um allan heimin, er einki annað at gera enn at útseta ENGSO-aðalfundin. Vit høvdu annars glett okkum at skipa fyri fundinum, tí vertskapurin er ein viðurkenning, sum Føroyar fáa frá altjóða ítróttaheiminum, sigur Jon Hestoy, varaforseti í ÍSF, sum hevur altjóða ítróttasamstarvið hjá ÍSF um hendi.

 

Hann sigur, at tíðin má vísa, hvussu leikur fer, men hann leggur dent á, at Føroyar framvegis eru til reiðar at vera vertur fyri ENGSO-aðalfundinum, har evropiskir ítróttaleiðarar savnast – t.d. næsta ár.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo