40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Almennu løðimøguleikarnir økjast alla tíðina, og nú eru fýra nýggjar AC-løðistøðir settar upp á sentralum støðum í Havn.

Hesum boðar Sev frá í dag.

Tvær AC-løðistøðir standa á parkeringsøkinum við Tórsbreyt, har nógv fólk ferðast bæði til handils, til tiltøk í Norðurlandahúsinum og ikki minst til at venja ávikavist á rennibreytini, í venjingarmiðstøðini, svimjihøllini ella aðra staðni á Hálsi og í Gundadali.

Tvør løðistøðir eru settar upp í Bókbindaragøtu aftan fyri gomlu politistøðina. Hetta er eisini eitt øki, har nógv fólk kemur og fer, og harafturat eru ikki eins góðir møguleikar hjá fólki, sum búgva í økinum, at hava egna løðistøð.

Sostatt er pláss fyri átta bilum afturat at løða samstundis á almennari løðistøð í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo