Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Frí fosturtøka kann sýnast, sum ein skjót og løtt loysn uppá avbjóðingina, at vera við barn, sum eingin ætlan er gjørd um. Uttan iva eru tey mong, ið halda seg verða illa fyrireikaði, at blíva foreldur.

Men frí fosturtøka, er ongantíð ein góð og varandi loysn. Tað er samfelagsins størsta avgerðarloysi, ið verður blakað í føvningin á mammuni. Og frí fosturtøka er ein ræðulig synd, ið er viðtikin av stjórnini.

Tað at blíva samdur við syndina, er ein uppaftur verri standur hjá samfelagnum og teim foreldrum, sum velja fría fosturtøku. Minst til, syndin upplýsir ikki syndaran um vanlukkuligu og syrgiligu fylgjurnar, ið standast av fríari fosturtøku.

Inntil víðari hevur frí fosturtøka (syndin) kostað nógvar andaligar, sálarligar og likamligar kvalir, sum menniskju ikki kunnu gjalda seg burturúr. Tí, eitt frítt syndafult lív brýtur illa frá sær, í allar ættir við nógvum ymsum seinárinum og nógvari óneyðugari pínu. 

Hoyr, tað er ikki neyðugt hjá tær, at fremja fría fosturtøku, tí tú og barn títt hava nógv, nógv størri virði enn skjótar, lættar og sera óhóskandi loysnir í dagsins samfelagið í 2024. Tú og barn títt hava so dyggiliga uppiborið alla andaliga, sálarliga og likamliga hjálp. Men, at velja deyðan framum lívið hjá tínum nærmasta granna (barninum), er verri enn eingin loysn.

Til seinast skal eg minna teg á, at Kristus er svarið fyri hvønn tann, sum ákallar navn Hansara.

Ragnar Ludvig

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo