Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

19. januar 2024, varð boðið til almenna móttøku í Kvíggjartúni á Argjum, har heim til børn og ung við autismu varð tikið í nýtslu. Pláss er fyri 6 búplássum, 6 umlættingarplássum, 1 virkiseind við dagtilboðum til 15 børn og ung.

5. februar 2024, kundi KVF boða frá, at byggjast skal enn eitt sambýli við Rygsá á Argjum, har talan er um bústovn til 24 fólk við autismu.

Autismutilburðirnir eru stroknir til himmals?
Um allan heim, har koppsetingarvitloysið ger um seg, hava FDA og CDC lagt lunnar undir tiltøkini. Hetta eru stovnar sum upprunaliga skuldu taka hond um heilsu okkara, men sum í dag eru fíggjaðir av heilivágsídnaðinum, og fult og heilt í hondunum teirra, har endamálið við eftirliti teirra er vorið reint vinnuligt, og á ongan hátt framt við heilsu okkara fyri eyga, sambært John D. Abramson, M.D./Harvard Medical School!

Herheima fáa vit, umvegis stovnarnar EMA, Lægemiddelstyrelsen og Sundhedsstyrelsen, somuleiðis  fíggjaðir av heilivágsídnaðinum, í boði frá okkara Heilsuverki, í stóran mun, somu tilboð!

Autismutíttleikin í USA var í 1980'unum 1:5000, tvs. fyri hvørji 5000 fødd børn, varð eitt barn føtt við autismu. Verður lutfallið flutt til okkara, sambært Hagtalsgrunnin, so skuldi talan verið um 1 barn, fyri árini 2015-2022, føtt við autismu!

Fyri árini 2012 - 2023, er títtleikin í USA fyri autismu øktur til 1:36, har títtleikin fyri dreingir er 1:22, og fyri tey av sponskum uppruna og litt 1:10. Verður títtleikin 1:36 nýttur hjá okkum, fyri árini 2015-2022, har fødd eru 5311 børn, tá fáa vit talið 147 børn við autismuavbjóðingum, og vit skuldu havt 1 barn!

Síðani 1960'ini er koppsetingarvitloysið, framt ímóti børnum í USA, økt við 1350%, til dagin í dag. Í súgunum eftir hetta, sæst eisini stór øking í smábarnadeyða, har heilsustøðan annars er versnað munandi. Sí skjalið ”12 Vaccine Truths”!

Høvuðsorsøkin lýst av óheftu serfrøðini
Í mong ár hevur óhefta serfrøðin gjørt vart við, at heilivágsídnaðurin hevur eitrað alla skipanina kring heilsu- og sjúkrarøkt, har útbúgvingar- og granskingarstovnar, umframt eftirlitsstovnar, eru tætt knýttir fíggjarliga at heilivágsídnaðinum, fíggjaðir við veitingum upp til 80%+, - umframt lærdum á lønarlista.

Kanningar framdar av virknisvirði og hjáárinum fyri koppsetingar, eru tí litaðar av tí ein er ”álagdur at finna”, tá ógvusligar inntøkuupphæddir standa og fella við góðkenning frá eftirlitsstovni. Staðfestast kann, at heilivágsídnaðinum hevur hertikið ”okkara” eftirlitsstovnarnar, tá teir fíggja hesar. Trúðvirði, hvørt eftirlitsúrslitið er eftirfarandi ella ikki, er burtur! Whistleblower Dr. William Thompson kundi vátta í 2004, at hann og tríggir starvsfelagar hansara vóru álagdir, av millum øðrum CDC, at strika dátur sum prógvaðu at ávíst koppingarevni kundi elva til autismu.

Heilsutrygd og influensakoppseting
Í sambandi við lýsing frá okkara Heilsutrygd, har børn í aldrinum 2 til 6 ár, fingu tilboð um koppseting ímóti influensu, sum á nýttu mynd teirra sýntist vera ein meinaleys koppseting, varð Läkaruppropet spurt um hetta var skilagott. Svarið var soljóðandi: "Det är fullständigt vansinne att ge influensavaccin till små barn. Deras immunsystem behöver tränas, och dessutom är inte influensa särskilt farligt för små barn"!

Tó at lýsingin sýnist innbjóðandi, so er influensa koppseting av barnakonu og barni, eins og aðrar koppsetingar Heilsuverkið bjóðar, á ongan hátt heilsutrygar, uttan hjáárin og vandar, tá autisma er staðfest at vera ein av teimum mongu hjáárinum, millum hesar ADHD, astma, eksem, etingarólag og atferðartrupulleikar. Stóri trupulleikin fyri barnakonuna, foreldur- og avvarðandi at børnum er, at Sundhedsloven verður ikki fylgd av Heilsuverkinum.

Barnakonan, bróstakonan og barnið skulu sjálvsagt ikki koppsetast bert tí koppingarevni er tøkt! Nei! - tað skal byggja á eina sera góða og lýsta grundgeving, fyri tann einstaka, ein verulig orsøk, har greið viðurskifti tala fyri at tað er rætta loysnin, og skal altíð fara fram við støði í ”Kunnað samtykki, við fullgóðari kunning til greiða støðutakan”, sambært Sundhedsloven!

Lurtað her eftir:

- Pallborðsfundi, har tosað verður um avbjóðingar knýttar at koppseting av børnum:  Vax-Unvax

- Mammu sum greiðir frá, tá sonur hennara varð koppsettur ímóti influensu: Flu Vaccine & Autism

- Mammu sum greiðir frá, tá tríburðar vóru koppsettir ímóti pneumokok: They Lost Their Smiles

Tað er av størsta týdningi at gera vart við, nú arbeitt verður við at menna 500 nýggj koppingarevni til ár 2030, við víðkaðum WHO heilmildum:

•    ”At, har eingin koppseting av barnakonuni og barninum fer fram yvirhøvur, stríðast hesi als ikki við tær nervafrøðiligu sjúkur, sum er um at sláa vesturheimin av fótum”!

•    ”At tær protokollir sum Heilsuverkið nýtir at virka eftir, eru í stóran mun mentar av lærdum, á lønarlista hjá heilivágsídnaðinum”!

Sí síðuna Hippocrates og fá neyvari kunning um Amish fólkið, sum ikki verður koppsett!

Hippocrates.fo
Heilsuverkið, - gev lívinum uttan heilivág ein møguleika!

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo