Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ymiskar hendingar seinastu árini kundu bent á, at Stóra Bretland hevur meira áhuga í Føroyskum øki enn flest onnur lond, ikki minst tá umræður jarfrøðilig viðurskifti. Hetta er kanska ikki so løgi, tá hugsa verður um, at talan er um eina av okkara grannatjóðum.

Tó er ymiskt sum bendir á, at bretar eisini vilja hava eitt orð at skula hava sagt, tá til dømis kanningar av føroyskari jarðfrøði á landi og undir havbotninum rundanum umræður.

Hetta hevur undirritaði fingið at merkja nógvar nógvar ferðir og á ymiskan hátt gjøgnum mong ár.

Hetta byrjaði í 2014 í samband við eina umsókn um stuðul frá Granskingarráðnum til eina post-doc verkætlan viðvíkjandi føroyskari jarðfrøði at útinna við Universiteti í Lund í Svøriki.

Ein av javnlíka-metarunum, sum Granskingarráðið brúkti í samband við umsókn, nevniliga bretan Nick Schofield, kom við ógvuliga greiðum boðum til mín. Ein skuldi halda seg vekk frá at gera kanningar viðvíkjandi føroyskari jarðfrøði dikteraði/hótti hesin maðurin.

Hann segði víðari at: ‘Faroese geologists should only concentrate on research of the local groundwater and perhaps some secondary minerals like zeolites as well, while British geologists should take care of the primary geology of the Faroe Islands’.

Við øðrum orðum, føroyskir jarðfrøðingar skuldu avmarka seg til at leita eftir flógvum vatni í føroyska landslagnum og so kanska eisini at kanna tirnir og annað tílíkt, meðan bretskir jarðfrøðingar skuldu taka sær av kanningum av øllum føroyskum basaltiskum tilfari við meira. 

Hetta vóru avmarkandi harraboð við lít (skrivligt skjal um hettar fyriliggur). Hetta nýbrot av einari verkætlan bleiv so eisini avvíst av Granskingarráðnum. Hendan fór tískil fyri bakka med alla.

Hesin Nick Schofield er annars ikki hvør sum helst. Hann er nevniliga ein av oddamonnunum innan ‘Offshore prospecting’ fyri Stóra Bretland við ábyrgdarøkjum so sum økið millum Føroyar og UK eins og Rockall Háslættan. Tað vil siga, at hann hevur tætt tilknýti til British Geological Survey (BGS).

Seinasta dømi um grova/ógvusliga uppíblanding í míni granskingar viðurskifti viðvíkjandi føroyskari jarðfrøði hendi í 2023 í samband við útgávu viðvíkjandi aldursáseting av føroyskum basaltiskum tilfari við meira í ‘open access’ tíðarritinum “Geosphere”. 

Eftir javnlíka-meting var ‘revision’/broyting framd í mars og handrit sent aftur til tíðarrit um mánaðarskifti mars/apríl. Síðan hoyrdist einki frá forlagi fyrrenn við endan av juli mánaði, tað vil siga í snøgt 4 mánaðir.

Tá fekk ein at vita, at handritið kortini ikki kundi gevast út í “Geosphere”. Handritið bleiv síðan sent til ‘open access’ tíðarritið “Earth Sciences” undir forlagnum “Science Publishing Group” (SciencePG) í fyrru hálvu av august 2023. Handritið bleiv síðan endaliga góðkent til útgávu og bleiv hareftir givið út online um hálvan September 2023 (leinkja niðanfyri).   

Vel ‘download pdf’.

 On the Timing and Nature of Magmatism in the North Atlantic Igneous Province: New Implications from Basaltic Rocks of the Faroe Islands:: Science Publishing Group

Tveir javnlíka-metarir hjá “Geosphere” mettu tiðliga í 2023, at handrit endiliga skuldi gevast út skjótast eftir smávegis revisión/broytingar, meðan ein virkandi redadktørur uttan víðari kravdi, at ein heil ‘sektión’ í seinna parti av handritið skuldi takast heilt burtur.

Tá ein hevur búleikast í UK fyrr, so ivaðist ein ikki serliga nógv í, at ein her hevði við ein breta at gera. Eisini krevjandi tónan kendi ein frá fyrr av. Hetta kundi ein ikki uttan víðari lata sita á sær, so nevnda sektión bleiv munandi meira útbygd undir revisión/broyting gjøgnum mars mánaða 2023.

Undir hesari tilgongd var ein illa plágaður av ymiskum frá fyrr av ókendum og óvanligum likamligum plágum íroknað eina skjótt versnandi sjón. Hetta seinasta hevði so við sær, at tá revidera/broytt handrit bleiv latið inn um mánaðarskiftið, hevði ein mist evnini til at lesa við høgra eyga, meðan tað vinstra hevði fingið nakað minni skaða.

Næstu 4 mánaðirnar, meðan handritið lá inni hjá forlagi, var sjónin meira ella minni óbroytt, meðan undarligar/ ókendar likamligar plágur vóru aftirvendandi.

Tá forlag aftur gjørdi vart við seg seint í juli mánaði, fekk ein at vita, at handritið kortini ikki kundi gevast út i “Geosphere”, hóast staðilig viðmæli frá tveimum av teirra egnu javnlíka-metarum.

Sami virkandi redaktørurin kravdi nú eisini, at einans fyrri parturin av handritinum, viðvíkjandi aldursáseting av føroyskum basaltiskum tilfari, kundi gevast út í altjóða høpi í framtiðini. Hann gav sostatt eitt beinleiðis forboð ímóti, at flest allir teir seinnu partarnir av handritinum kundu gevast út í altjóða høpi framyvir. Hann gav boð um, at hesir einans kundu gevast út lokalt (Hann meinti kanska við Frøði?).

Skrivlig prógv fyriliggja um øll hesi viðurskifti eins og onnur frá fyrr av eisini.

Hansara kravboð/hóttanir høvdu einki við “Geosphere” at gera, so hetta var ógvusliga grov uppíblanding viðvíkjandi viðurskifti hjá føroyingi, sum fremur jarðfrøðisligar kanningar í sínum egna landi.

Hóast hesar hóttanir, so var handritið sent til útgavu í øðrum ‘open access’ tíðariti í fyrru hálvu av august 2023, sum nevnt omanfyri. Um sama mundi versnaðu undarligu/ókendu likamligu plágurnar aftur munandi, har sjónin nú aftur fór at versna. Hetta førdi so við sær, at eftir 8 til 10 vikum var høgra eyga heilt óbrukiligt/vekk, meðan vinstra eyga bleiv so vánaligt, at ein til seinast mátti leiðast til eygnalækna. 

Um sama mundi var tráðleyst internet samband, serliga teldupost samskifti, órógvað so nógv dagliga, at mest sum alt samband við forlag mátti avgreiðast gjøgnum ‘fastnet’ á býarbókasavninum í Havn.

Í fyrru hálvu av august góvu nakrir persónar av útlendskum uppruna seg til kennar fyri mær.

Hesir og seinni eisini aðrir útlendskir persónar blivu naskari og naskari sum leið frá, har ein dagliga og hvørja einastu ferð ein var uttandura í Havn var plágaður/ ‘antastaður’ av hesum.

Teir sóust fyrstu tíðina mest í bilum, men seinni eisini ofta til gongu. Likamligt samband kom ikki fyri, men hesir naskaðust oftast heilt tætt uppa mín persón. Teir, ein onkuntið hoyrdi tosa, høvdu heilt tíðiliga enskt, sum teirra móðurmál. Harafturat koyrdu teirra bilar uttan undantak á vinstru síðu á vegnum, tá teir koyrdu á vegastrekkjum, har eingin onnur ferðsla var. (Hesir jassar, saman við nøkrum kvinnum. ganga ivaleyst framvegis og slota í gøtunum í Havn.).

Eru øll hesi samanføll bara tilvild, ella er her talan um ógvusliga grovan ‘kriminalitet’?

Persónliga hava hesi viðurskifti havt við sær, at ein í dag er avskorin frá tí mesta, enntá eisini í dupultum forstandi.

Alt annað líka, so er her talan um, at mítt frælsi til at granska og ikki minst mítt skrivifrælsi er ógvusliga traðka undir fóti bæði í hesum báum førunum og eisini seinastu árini, uttan iva av pørtum av jarðfrøðisliga umhvørvinum í Stóra Bretlandi.

Spurningurin er so, um talan her er um einans ógvusliga grovan ágang móti føroyskum granskara, ella um talan eisini er um beinleiðis tjóðskaparligan yvirgang móti sama?

Tað er neyvan serliga trupult at gera seg inn á fólk á ymiskan hátt, sum ikki vita av nøkrum illum frammanundan, serliga um illgerarfólk hava fingið upplæring til tílíkt.

Í 2018 blivu øll viðurskifti viðvíkjandi fyrireiking og útbjóðing av leitiloyvum eftir kolvetni í føroyskum havøkið flutt frá Jarðfeingi til British Geological Survey (BGS. Schofield og Co.), vælsaktans saman við øllum tøkum dátum yvir hetta økið. Eingin eigur at ivast í, at BGS er tað sama sum ‘nationalstaturin’ Stóra Bretland.

So tá onkur her á landi innímillum tosar um ‘open door’ útbjóðing av leitiloyvum eftir kolvetni í havøkinum rundanum Føroyar í føroyskum fjølmiðlum, sum um føroyingar framvegis hava ávirkan á tílíka útbjóðing, so er hetta móti betri vitandi.

Í veruleikanum er tað ivaleyst Downing Street nummar 10, London, sum ger av øll viðurskifti tengd at útbjóðing av leitiloyvum eftir kolvetni á føroyskum økið. 

Úrslitið kenna tey flestu, tá als einki virksemi hevur verið innan leiting eftir kolvetni í føroyskum havøki síðan 2018.

Hesi viðurskifti munnu vera eindømi í heimshøpi, at eitt land uttan víðari letur avgerarætt, umsiting og kanska eisini viðkvæmar dátur frá sær til eina aðra tjóð. 

Munnu føroyingar flest vera greiðir yvir hesi viðurskifti, har ‘arvasilvuri’ hjá framtíðar ættarliðum av føroyingum verður umsitið av aðrari tjóð?

Mundi tað vera nakað tílíkt, sum føroyavinurin og statsmaðurin Poul Schluter hugsaði sær, tá hann handaði Føroyum yvirvaldsrættin yvir føroysku undirgrundina fyri snøgt 30 árum síðan?

Hvør hevur so ábyrgdina av hesum, eftir mínum tykki so stóra mistakið?

Er tað Jarðfeingi, sum er drigið upp á tráð av pørtum av jarðfrøðisliga umhvørvinum í Stóra Bretlandi, ella liggur ábyrgdin onkra aðra staðni?

Eg vóni staðiliga, at onkur, sum lesur hetta innlegg (ikki minst onkur innan føroysku politisku skipanina), ger/gera sær sínar tankar um tað, sum er farið fram, tað sum hendir í løtuni og tað, sum kemur at henda framyvir, tá føroysk jarðfrøðislig viðurskifti umræður.

Skulu ikki føroyingar sjálvir umsita øll atlit tengd at jarðfrødini í egnum økið?

Skulu ikki føroyskir granskarir hava frælsi til at granska og skriva tað teir sjalvir vilja um og í teirra egna landi, uttan at skula vera fyri kravboðum/hóttanum og óhugnaligum atgerðum (og kanska eisini tað, sum verri er) frá pørtum av jarðfrødisliga umhvørvinum í einari grannatjóð?

Jógvan Hansen
Dr.Phil.Geol.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo