Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Undirvísingarstýrið: Jólini nærkast í hvørjum, og í hesum døgum er nógv prát um jólagávur. ES lutar eisini út á hvørjum ári eina gávu við Erasmus+ stuðulsskipanini, sum ger tað lættari hjá m.a. lesandi og lærlingum at koma út í heim. Undirvísingarstýrið skipaði fyri eini verkstovu 18. des., sum umrøddi møguleikarnir við at gerast partur av Erasmus+. Verkstovan vendi sær serliga til skúlaskipanina og onnur, sum kunnu gagnnýta Erasmus+. Stuðulsskipanin fevnir nevnliga bæði um dagstovnaøkið, fólkaskúlaøkið, eftirskúlar- og háskúlar, miðnámsskúlaøkið, yrkisrættaðar útbúgvingar, vaksnamannaútbúgving, hægri útbúgving, eftirútbúgving, umframt stuðul til verkætlanir innan ungdómsarbeiði og ítrott.

Verkstovan hevði luttøku bæði úr Føroyum, Danmark og Íslandi. Kristianna Sjóvará, fulltrúi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Jørgen Meitilberg, varastjóri í Undirvísingarstýrinum, greiddu frá um Erasmus+ og hvat skal til fyri at gerast partur av skipanini. Føroyar og ES hava í mai 2022 undirritað sáttmála um luttøku Føroya í samstarvsætlanum hjá ES og tilhoyrandi frumskjal viðvíkandi tilknýti Føroya til Horizon Europe, (ES skráin fyri gransking og nýskapan). Undirritaði sáttmálin er liður í eini nýggjari skipan hjá ES fyri atlimaskap hjá triðjalondum, ið umfatar allar atlimaskapir í samstarvsætlanum hjá ES. Sáttmálin gevur harvið Føroyum møguleika at samráðast um eisini at gerast partur av Erasmus+. Fyrst í komandi ári verður politisk støða tikin til málið um at heita á ES um samráðingar um atlimaskap í Erasmus+.

Erasmus+ veitir stuðul til altjóða verkætlanir innan flytføri og samstørv. Flytføri vil siga, at næmingar, lesandi og lærarar, námsfrøðingar, starvsfólk, venjarar o.o. luttaka í verkætlanum uttanlands fyri at leita sær íblástur, vitan og royndir. Samstørv fevnir um størri verkætlanir við í minsta lagi 3 samstarvspørtum frá 3 ymiskum Erasmus+ londum. Harumframt er altjóða samstarvsskipanin, Erasmus Mundus, innan hægri útbúgving, har útbúgvingarstovnar kunnu menna og bjóða út felags útbúgvingar á master stigi við stuðli frá Erasmus+.

Samlaða ES játtanin til Erasmus+ er fyri tíðarskeiðið 2021 – 2027 heilar 26,2 mia. evrir. Grannalondini hava notið væl av Erasmus+. Til dømis er játtanin í Danmark 377 mió. kr. í 2024. Erasmus+ fevnir um øll ES londini, EØS londini og m.a. Noregi og Ísland. Føroyar eru einasta Norðurland, sum ikki er partur av Erasmus+, og tískil ikki enn fær gagnnýtt hesar møguleikar.

Á verkstovuni vóru framløgur úr grannalondunum Íslandi og Danmark – bæði frá hægri lærustovni, yrkisskúla, kommunu og miðnámi. Hesi greiddu frá teirra royndum við Erasmus+. Lisbeth Kodal, altjóða samskipari hjá Varde og Esbjerg Kommunu nevndi, at har í økinum er stórur tørvur á arbeiðsmegi, og Erasmus+ er við til at økja um førleikarnar í økinum, betra um trivnaðin og tryggja góðskuna á vitan og sínámillum vitanarútlutan. Kommunan metir tí, at Erasmus+ er ein gáva til kommununa og skúlaskipanina.

Mette Præstin Brandt, útbúgvingarleiðari á Gladsaxe Gymnasium og Ágústa Unnur Gunnarsdóttir, altjóða samskipari í íslendska yrkisskúlanum Fjölbrautaskólinn í Breiðholti, nevndu, at har høvdu nógvir næmingar og lærarar gagnnýtt Erasmus+ skipanina.

Anne Mette Wohl, Rasmussen, útbúgvingarsamskipari á Københavns Universitet metir, at altjóðagerðin við Erasmus+ gevur eitt eykavirði til skúlaskipanina, betrar um góðskuna á frálæruni, økir um trivnaðin og fakliga støðið hjá lærarum. Bæði lesandi og lærarar fáa víðari sjónarring, og Erasmus+ gevur atgongd til servitan og serligar førleikar. T.d. kann ein lærarari við Erasmus+ skipanini økja um sína servitan við at fara í nakrar mánaðir á ein hægri læristovn í einum øðrum landi við servitan innan eitt ávíst øki.

Umboðini úr grannalondunum vóru samd um, at tað krevur eisini nakað at gerast partur av Erasmus+. Serliga í byrjanini kann tað vera ein avbjóðing at fáa góðkenningar og avtalur uppá pláss. Erasmus+ krevur eisini at londini hava eina tjóðarskrivstovu, sum umsitur limaskapin, stuðulin og samskipar luttøkuna av Erasmus+.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo