Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Ein av teimum allargløggastu vinum av Føroyum slóknaði mikudagin tann 2. august, sum  92 ára gamal.

Erik var føddur í Føroyum í 1925, har pápi hansara arbeiddi sum stjóri í Føroya banka.

- Hóast bæði foreldrini vóru donsk, tók hann væl við føroyskari mentan og máli.

Hann flytti til Danmarkar í 1945 og fór at lesa jura við universitetið í Kjøpinhavn, har hann hevði javnligt samband við fleiri føroyskar lesandi.

Hann arbeiddi fyrst sum advokatur og síðani eina tíð í Værløse sum undirvísari í Flogvápninum, men seinni flytti hann til Ålborgar.

Hann var ein sera vitugur maður, dugdi væl føroyskt og luttók rættiliga ofta í debattini um føroysk viðurskifti, ikki minst aftaná ta stóru kreppuna í 1990´unum.

Tað eru ikki nógv ár síðani, at hann skrivaði greinir og kronikkar við rættiliga hvøssum og skilagóðum analysum av tí føroysku fíggjarstøðuni.

Hann búði í Ålborg, har hann fekk sítt lívsstarv sum undirvísari í samfelagsjura.

Hann var eisini bankamaður eitt skifti, men best dámdi honum kortini at undirvísa.

Hann var trúgvur limur av Føroyingafelagnum í Ålborg.

Hann bleiv valdur inn í býráðið í býnum sum javnaðarmaður, men hann bleiv so óklárur við tann lgendariska   borgmeistaran Marius, at hann gjørdist uttanflokksmaður í býráð num ein stóran part av setuni.

Líka til síni síðstu ár var hann aktivur, alment hugaður og væl orienteraður um aktuell mál.

Føroyar høvdu alsamt hansara stóra áhuga - hann var jú eisini næstan "føroyingur" tey fyrstu tjúgu árini av sínari ævi.

Friður verið við hansara minni.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo