Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fólkaræðisliga húsið er bygt av nógvum ymiskum tættum. Tvær av heilt týdningarmiklu súlunum eru ognarrætturin og ræðisrætturin.

Báðir eru við til at tryggja skipaði viðurskiftir í rættarsamfelagnun.

T.d. at fiskurin í havinum, og havbotnurin kring Føroyar eru fólksins ogn. Vit skulu ikki sáa iva um tað.

Vit skulu heldur ikki sáa iva um hvør eigur hvørji børn til tey eru vaksin. Tað eru greiðar ásetingar um tað.

Og vit skulu als ikki sáa iva um at vit við fólkarættinum kunnu skipa okkum sum ein sjálvstøðug tjóð.

Og júst sum í omanfyrnevndu dømum skal polittiska skipanin ikki sáa iva um ognar og ræðisrættin á óðalsjørð og festijørð.

Tí ein stórur partur í at hava eitt trygt og skipað fólkaræði, er at virða fólksins lógliga rætt.

Skilmarkanin millum hvat er mítt, hvat er títt og hvat er okkara alra, er prinsipiel og berandi fyri skipaða fólkaræðið.

Av tí at eg ikki eigi ein Porsche ella húsini hjá grannanum, so kann eg hvørki gera krav um ognarrætt ella nýtslurætt á grannans ognum.

Eg kann fara inn í samráðing við grannan um leigu og nýtslutreytir, og møguliga keypa ognirnar hjá honum. Men ikki um hann ikki vil.

Júst tað at skipanin er so grundfest, er við til at tryggja at eisini tann lítli eigarin hevur grundfest rættindi, uttan mun til hvør trýstir hann, ella hana.

Tinglýsingin staðfestur at tinglýsing av ogn er ein týdningarmikil prosess, sum tryggjar at tíni rættindi, sum ognari, verða skrásett í almennu skrásetingini. Við tinglýsing av tíni ogn tryggjar tú tær, at tú hevur prógv fyri hvør hevur ræðið á ognini.

Argumentatiónin hjá vinnumálaráðharranum minnir ikki sørt um grátandi barnið í barnagarðinum, sum vil hava slikkipinnin hjá hinum barninum.

At taka slikkipinnin frá vinmanninum, er at gera órætt. Men við samráðing kundi tú kanska samrátt teg til ein part. Men tá er tað empatiin og vælvildin hjá mótpartinum, sum gera av hvat úrslitið verður.

Tað er av avgerandi týdningi at vit verja vunnin rættindi og lóg generelt.

Øll álop á grundrættindi hjá okkara borgarum, og her er ræðisrættindi eitt kjarnumál, eru samstundis álop á fólkaræðisliga samfelagið, og tað átti Høgni Hoydal og Tjóðveldi at hildi seg langt frá.

Tað mátti verið hugaligari at kveikt neistan hjá fríbøndrum fyri frælsu tjóðini, enn at hótta mentunargrundarlagið hjá hvørjum náttúrverja í landinum.

Páll á Reynatúgvu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo