Tá vápn fara at hvíla
eru menniskju longu løgd til hvíldar;
tey vakna stríðshugaði aftur;
tað gera menniskju ikki;
humanitera hvíldin er stokkut,
tí vápn liva av deyða.
Er vápnaða hvíldin humaniter,
tá fortreytin er uppafturtøka av kríggi,
og eru vit tað sama,
tá hugmyndin er friðarkríggj,
sum leggur enn fleiri menniskju ov tíðliga til hvíldar?
Henrik Weihe Joensen
17. desember 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo