Fyritøkur í ES-londunum skula í framtíðini hava fleiri kvinnuligar nevndarlimir. Tað hava ES-Parlamentið, Ráðharraráðið og ES-Kommissjónin avtalað í síðstu viku, skrivar DR.DK.
Í Fraklandi og Noreg hava verið kvotur til tess at fáa fleiri kvinnur í nevndirnar. Her er ásett við lóg, at 40 prosent av limunum í nevndunum skulu vera kvinnur. Í Italia, Belgia, Portugal, Týsklandi og Eysturríki eru eisini kvotur, men her liggur tað um millum 30-33 prosent.
Men um ES-málið at fáa 40 prosent kvinnur í nevndirnar skal ásetast við kynskvotum ella á annan hátt, verður upp til limalondini at avgera.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo