Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vinnur Trump valið skal Europa ikki rokna við sama stuðli úr USA sum hevur verið, sigur fyrrverandi vara aðalskrivarin í Nato.

Vinnur Trump valið skal Europa ikki rokna við sama stuðli úr USA sum hevur verið, sigur fyrrverandi vara aðalskrivarin í Nato.

- Europa er á einum staði, sum Europa ikki hevur verið síðani Seinna Heimsbardaga. Vit koma ikki aftur til tíðina ið var. Soleiðis sigur fyrrverandi vara aðalskrivarin í Nato, Camille Grand (myndin omanfyri) í viðtal við Jyllandspostin.

Hansara ráð eru, at Europa byrjar at síggja veruleikan sum hann er, tí nógv er at stúra fyri.

At støðan í Russlandi er, sum hon er, er væl kent, og uttan mun til hvussu kríggið endar, so er tað eitt broytt Europa vit fáa.

Hitt er, at USA er ein jokari, har nógv veldst um, hvussu forsetavalið næsta ár tørnar út. Trump stendur til at vinna, og longu nú ljóðar, at hansara fólk eru farin at kanna fyrimunir og vansar av at USA fer úr Nato.

- Lond sum Danmark skulu ikki rokna við at kunna velja síni kríggj, og taka eina pausu av og á. Man skal rokna við at blíva spurdur, hvussu nógv herfólk man kann senda til dømis til Estlands, og um man ikki heldur kann senda tríggjar ferðir meira.

Í Europa er tað bara Stórabretland og Frankaríki sum hava kjarnorkuvápn. 

- Europa skal taka seg saman, ikki einaferð seinni men nú. USA verður ikki lætt at vera fyriuttan, eisini tá tað kemur til fregnartænastuvirksemi og tílíkt. Kjarnorkuvápnini skulu gerast meira nútímans og vit noyðast at trúgva uppá ræðandi effektina í kjarnorkuvápnum, sum vit heldur ikki sleppa undan at tosa nógv meira um, sigur  Camille Grand, fyrrverandi vara aðalskrivari í Nato. 

Vinnur Trump valið skal Europa ikki rokna við sama stuðli úr USA sum hevur verið, sigur fyrrverandi vara aðalskrivarin í Nato.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo