40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Allur heimurin stendur við stóru veðurlagsavbjóðingini, har vit hvør sær, og í felag mugu gera okkara at fyribyrgja hækkandi hita í heiminum.

Ein tann størsta avbjóðingin í so máta, er hvussu vit avmarkað og burturbeina orkuframleiðslu úr olju og gassi, uttan at svørja til kjarnorku.

Russiska innrásin í Ukraina hevur veruliga varpað ljós á orkustøðuna í Evropa, sum keypir 40 % av sínum gassi úr Russlandi.

Hendan keypistøðan fær ein bráðan enda av russisku innrásini.

Hvat er so til at taka av loysnum?

Alt verður ikki mettað við skilabetri orkunýtslu , rationellum tillagingum, og øktari brúkaratilvitsku.

Tvørturímóti so sær orkutørvurin bara at vaksa, saman við búskaparvøkstrinum.

So Evropa tørvar orku, og vit eiga orku.

Vit fáa hana púra ókeypis. Hon súsar um oyruni á okkum flestu ársins dagar.

Tað er ikki bara av góðum vilja, og væla hugsan um veðurlagsbroytingar, at tey í Norra av álvara eru farin at fyrireika seg til havvind.

Dugnalig at síggja “klingende mønt”, og at brúka tær offshore royndir tey hava, til at skapa framtíðar vinnu við.

Vindroyndir í Føroyum vísa at fáa staðni í heiminum, er lønsemi hjá eini íløgu í eina vindmyllu so gott sum í Føroyum.

Afturgjaldstíðin fyri eina vindmyllu er umleið 1 ár, og livitíðin 20-25 ár, um eg ikki fari nógv skeivur.

Her er sjálvsagt nógv at vinna. Tað sóu vit eisini sum nývald nevnd í SEV í 2008, tá vit tóku fyrstu stóru stigini móti vindorkuframleiðslu í Føroyum.

Men vit eiga at at hyggja nógv longur á leið. Og leggja ríkiligt av ímyndingarevnum afturat.

Vit eiga at síggja og orða ein visjón um at Føroyar gerast orkuútflytarar, en large.

Okkara havøkið er vítt. Okkara staðseting miðskeiðis millum Noreg og Stóra Bretland er mitt í meldrinum, og vit hava maritimu og tøkniligu førleikarnar.

Latið okkum tí gevast við hesum marvandi dystunum um nakrar vindmyllur uppi á landi, og í felag fara undir at fremja eina veruliga havvindmyllulund, sum framleiðir til allar Føroyar, og Evropu við.

Sjálvandi krevur ein slík ætlan fyrireiking, dirvi og pengar. Onki av tí er einki ein forðing í dag.

Tí Evropa tørvar orku. Hana gjalda evropearar fyri. Serliga um er grøn og veðurlags vinarlig!

Páll á Reynatúgvu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo