Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ferðavinnuuppskotið hjá Høgna Hoydal fer at geva honum rættindi at biðja eigaran av einum privatum kajkanti um at flyta seg, tí hann hevur lógarfestan rætt at leggja at á privatu kaj hansara.

Viðmerking
Sámal Petur í Grund
Floksformaður í Sjálvstýri

Sum tað sær út nú, so kemur eitt lógaruppskot við heitinum ”Burðardygg Ferðavinna” at verða lagt fyri Føroya Løgting.

Uppskotið hevur sum verða man elvt til mikla umrøðu í fólkinum, og í mestan mun eru tað óðalsmenn og festarar, sum hava gjørt vart við seg. Men eisini stóru aktøranir í ferðavinnuni hava verið frammi við teirra hugsan.

Eftir at hava hugt lógaruppskotið ígjøgnum nakrar ferðir og fylgt við á fundum og umrøðu annars, kann ein ikki annað enn verða skelkaður av manglandi hepni landsstýrismansins í hesum føri.

Eri tí komin til ta niðurstøðu, hetta uppskotið er umbiðið av pørtum í ferðavinnuni og hevur kveistrað til viks aðrar partar av ferðavinnuni. Harí liggur manglandi hepni við lógararbeiðinum og hoyringum annars.

At hugsa sær til, at útlendingar kunnu geva okkum fingurin,  okkum sum her eru fødd, um vit hava at teimum ella koma við viðmerkingum til teirra. At útlendski ferðamaðurin kann biðja okkum halda kjaft, tí hann hevur goldið fyri rættin at ferðast frítt í náttúruni.

At Høgni Hoydal, tá hann kemur við ferðavinnubáti sínum, kann biðja eigaran av einum privatum kajkanti um at flyta seg, tí hann hevur lógarfestan rætt at leggja at á privatu kaj hansara.

Hvar er føroyingurin – hvar er tað føroyska í hesum neyðtøkuuppskotið?

Avleiðingar:
Avleiðingarnar av hesum uppskotinum, um tað verður gjøgnumført, verður at ferðavinnan í Føroyum fær deyðsstoytin.

Allastaðni, ikki bara í útjaðaranum, fer alt fólkið at ynskja hesi fremmandafólk har sum piparið grør!

Og tá ferðafólkini leita ein lokalan upp og siga ”excuse me”, tá fáa tey helst sama fingurin, sum ferðafólkið fer at brúka tá føroyingurin prøvar at rættleiða hesi stakkals menniskju.

Hetta uppskotið sum eisini ger seg grovt inn á eigindómsrættin og mentan okkara, fer at loypa split føroyska fólkið ímillum og millum føroyingar og fremmandafólk.

Útvegurin:
Tað er bert ein útvegur burturúr hóttandi katastrofuni.  Tak uppskotið aftur. Útarbeið eitt uppskot um ferðavinnu, har allir partar av ferðavinnuni eru við í arbeiðinum.

Loys trupulleikan við gongd í haga burturúr hesum uppskotinum og ger heldur, í samráð við óðalsmenn og festarar, broyting í hagalógini sum loysir henda trupulleikan.

Uppskot um burðardygga ferðavinnu eigur ikki at viðgera rættindi hjá landsmonnum okkara – føroyingurin er ikki ferðamaður.

Føroyingurin er føddur til rættindi sum ferðamaðurin ikki eigur. Skal ferðamaðurin gjalda fyri nøkur rættindi sum vit sum fólk hava, ja so má hann sjálvandi gjalda har hann kemur at brúka hesi rættindi.

Við tí gongd sum landsstýrið hevur sett í kortið, so verður ”Excuse me” skjótt eitt banniorð her á landi og ein av grundunum til eina fyrrverandi ferðavinnu!

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo