Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Klaksvíkar kommuna: Í góðveðrinum í dag varð reisigildið hildið á vøllinum við Djúpumýru, har Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, og Tummas Lervig, formaður í KÍ, søgdu nøkur orð. Síðan varð bjóðað til døgurað á loftinum í KÍ høllini.

Í røðunum nýttu bæði Jóhanna og Tummas høvið, at rósa býráðnum, ið hevur hildið fram at gera íløgur í víðari menning av leikvøllinum við Djúpumýru, umframt at tey róstu arbeiðsfólkunum, sum av øllum alvið arbeiða móti málinum, ið er at skýlið skal takast í nýtslu 15. juli. Tá skal KÍ nemliga leika teirra fyrsta heimadyst á Djúpumýru í evropiskum samanhangi.

Jóhanna Christiansen fegnast um, at tað hevur gingið somikið væl og skjótt við hesum partinum av skýlinum. Tí avtalan við Norðhús bleiv undirskrivað 11. mars og fevnir um heili 600 sitipláss á eystaru síðu.

- Í fyrsta umfarið verður ikki møguligt at sita undir taki á eystaru síðu, men vónandi fáa vit sett pening til av til hendan partin komandi ár, sigur Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini.

Verkætlanin kostar góðar 7 mió. og hevur FSF harav stuðla við 2. mió., umframt at FSF hevur víst áhugað í at hýsa dystum hjá kvinnu landsliðnum og ungdómslandsliðum í Klaksvík, nú leikvøllurin fær UEFA góðkenning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo