Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Í dag var ein 28 ára gamal maður dømdur í Eystara Landsrætti fyri at hava neyðtikið eina 23 ára gamla kvinnu í desember 2022.

Av tí at maðurin var fríkendur í Føroya Rætti, valdi ákæruvaldið at kæra dómin við pástandi um, at maðurin skuldi dømast. Neyðtøkan var framd aftaná, at § 216 í revsilógini um neyðtøku var broytt til eina samtykkigrundaða neyðtøkuáseting.

Eystari Landsrættur tók undir við ákæruvaldinum og dømdi mannin 1 ár og 2 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri neyðtøku. Maðurin var sostatt dømdur eftir nýggju neyðtøkuásetingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo