Eystari Landsrættur viðger revsimál, sum eru avgjørd í Føroya Rætti, og sum eru kærd. Dómar, sum Føroya Rættur sigur, kunnu kærast til Eystara Landsrætt av ákæruvaldinum og av tí dømda. Eystari Landsrættur er vanliga í Føroyum tríggjar ferðir um árið.
Hesa ferð Eystari Landsrættur er í Føroyum, eru 9 revsimál á skrá. Fáar avmarkingar eru í, hvørju mál kunnu kærast, og tí eru málini, sum skulu viðgerast í landsrættinum ymisk. Málini snúgva seg milllum annað um neyðtøku, harðskap, grovan narkotikakriminalitet og brot á ferðslulógina.
Dómarnir, sum eru sagdir í Eystara Landsrætti, kunnu í útgangsstøðinum ikki kærast.
Rættarlistin, t.e. skráin fyri mál, sum verða viðgjørd í viku 11 og 12, er tøkur her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo