Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Svend Sivertsen frá Fuglark og Per Martin Gregersen, borgarstjóri skrivaðu undir avtalu í gjár (Mynd: Eysturkommuna)

Eysturkommuna: Eysturkommuna hevði í gjár eykabýráðsfund har eitt samt býráð samtykti at taka av tilboðinum frá Fuglark um at standa fyri projektering av út- og umbyggingini av Leirvíkar skúla.

Ætlanin er at taka gamla partin av skúlanum niður, og byggja eina nýmótans fimleikahøll, skúlakøk, serstovur, samstundis sum eisini vanligar skúlastovur verða gjørdar. 

Talan er um eitt økið sum svarar áleið til 2000 m2.

Arbeiðið at projekterað byrjar beinanvegin, og verður eftir ætlan klárt at bjóða út seint í summar.

Eftir fundin skrivaðu borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen og Svend Sivertsen, stjóri hjá Fuglark, undir sáttmálan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo