Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Eitt ísfiskalínuskip fiskar við Føroyar, smáligt fiskarí. Hann fær mest av hýsu og kemur at landa mánadagin. Sjey frystilínuskip eru við Ísland og eitt er við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Streymurin er hampuligur, men harðnar sum vikan líður. Veðrið verður ikki gott, so tað verður ikki so nógvur útróður. Fiskaríið er brúkiligt. Tað er ein blandingur av toski og hýsu bátarnir fáa. Tað eru fleiri sum fiska við snellu.

Ein frystitrolari er til fiskarí. Hann fiskar svartkalva. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar nú, so hann kemur inn við nakað av hýsu og toski. Væntandi fer onkur trolari avstað í næstum.

Øll pørini uttan eitt eru til fiskarí. Fiskaríið hevur verið hampuligt. Tað er ikki nógv av hvítfiski pørini fáa, men nakað av hvítingi fáa tey tó. Nøkur landa í vikuni.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo