40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum
Evni: Viðvíkjandi ógreiðu um málmenningartilboð frá Sernámi til foreldur at
børnum við Down syndromi

Spurningar:
1. Hvørji málmenningartilboð standa foreldrum at barni við Down syndromi í boði frá Sernámi?

2. Fáa øll tilboð og hjálp?

3. Hvussu ber tað til, at øll ikki siga seg fáa sama málmenningartilboð frá Sernámi?

4. Hví siga leiðarin fyri Sernám og landsstýrismaðurin eitt, meðan brúkarar hjá Sernámi siga nakað heilt annað?

Viðmerkingar:
21. mars er altjóða dagur teirra, ið hava Down syndrom. Í grannalondum okkara verða alsamt færri børn fødd við Down syndromi, meðan føroysku tølini liggja á sama støði sum fyri 10 árum síðani. Tað er at gleðast um, at tað framvegis liggur ein djúp virðing hjá føroyinginum fyri tí ófødda - fyri lívinum - í sinum margfeldi. Tó, so vísir tað seg ikki so sjáldan, at vit sum samfelag ikki megna nóg væl at hjálpa og stuðla familjum, sum hava tørv á serligari hjálp.

Í sambandi við altjóða Down syndrom dagin í ár var forkvinnan í Javna, Fía Petersen, frammi í miðlunum og nevndi, at tørvur er at betra um tilboðini til tey, ið hava Down syndrom. Tað er á ymsan hátt ein avbjóðing at fáa barn við Down syndromi, m.a. innan málmenning. Sernám er stovnurin, ið eigur at veita foreldrum og børnum tilboð av ymiskum slagi, eisini málmenning. Tað kom fram í eini samrøðu í Kvf við eina mammu at barni við Down syndromi, at tað er sera stórur munur á, hvørja hjálp og hvønn stuðul foreldur fáa í boði. Tað gekk bara ein dagur ella tveir, so komu fleiri mammur fram við somu søgu: Sernám ger mun á tilboðum til børn við Down syndromi. Hetta tvíhalda hesar mammur um.

Hesar útsagnir samsvara ikki við tað, ið leiðarin fyri Sernám, Margreth Olsen, ber fram, og heldur ikki við tað, sum landsstýrismaðurin, Djóni N. Joensen, sigur, tí hann nevnir í samrøðu í Kvf, at øll foreldur hava fingið tilboð og hjálp, og at hann hevur fult álit á stovninum.

Undirritaði undrast á, at útsagnirnar eru so ymiskar – foreldur siga eitt, meðan serliga leiðarin á Sernámi og eisini landsstýrimaðurin siga nakað heilt annað. Í roynd og veru kann sigast, at við útsagnunum hjá leiðaranum á Sernámi og landsstýrismanninum verða foreldrini løgd undir at siga ósatt. Fyri at fáa greiðu á hesum ósamsvari og hvørja hjálp foreldur hava fingið, verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 31. mars 2023
Bárður á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo