Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú føroyska samfelagið skal til at handfara stóru avbjóðingarnar frá broytta lutfallinum av eldrið borgarum, einum spentum altjóða umhvørvi, grønu umleggingini, og ikki minst ávirkanini av tøkniligari menning og AI, er tørvurin á føroyska ungdóminum størri enn nakrantíð. Altjóðastovnar og lærubøkur innan búskap og menning vísa aftur og aftur á at útbúgving og langtíðar búskapar og vælferðarvøkstur ganga hond í hond.

Tískil tykist loysnin uppá avbjóðingarnar deiliga einføld, ikki so? Tann einasti trupulleikin er, at Føroya virðismiklasta tilfeingi, ungdómurin, ikki er at finna í Føroyum.

Partur 1/4: Óendaliga virði á ungdóminum latið grannalondunum – Ger so væl!
Á jólum spadseraði eg runt á Jobmatch í Norðurlandahúsinum, sum var eitt frálíkt og vælskipað tiltak. Eg kom í gott prát við eitt starvsfólk hjá einum av føroysku bankunum. Eg fekk mær fortalt at tey høvdu júst fingið tveir studentahjálparar, sum lósu á eini útbúgving á Fróðskaparsetrinum sum nýligani er bjóða út. Arbeiðsgevarin fortaldi mær at tey høvdu gjørt kuppið, tí at tey lesandi hava eina øgiliga eyka ávirkan, orku, og nýhugsan, sum veruliga ger mun hjá fyritøkuni. Hettar er eitt win-win, tí tey lesandi verða knýtt at arbeiðsmarknaðinum, fáa inntøku, brúka inntøkuna í Føroyum, og læra eina rúgvu. Hettar var fyri meg gleðisboð og eitt gott dømi uppá stóra virði tey lesandi hava fyri føroyskar fyritøkur og stovnar og umvent.

Og ikki at tosa um tað sosiala. Tí er tað ein ómetaliga stórur samfelagsligur smeitur tá størsti parturin av teimum føroysku lesandi rýma av landinum og eru burtur alt lestrarskeiði, har ið útlendskar fyritøkur og stovnar fanga mestsum allar førleikar og orku teirra. Føroyingar eru ógvuliga samdir um at útlendskar fyritøkur ikki skulu fáa gagn av okkara fiskatilfeingi, men tá tað kemur til virðismiklasta tilfeingi verður tað gleðiliga latið grannalondunum. Hettar er strukturelt ósunt fyri landið Føroyar og tíverri sær ikki út til at hendan gongdin broytist. Á Glasi, í samband við Markleys Útbúgving 2023, vístu nýggjastu kanningar, at færri enn 20 prosent av 3. árs lesandi ætla sær at lesa í Føroyum. Hetta talið var 30 prosent í 2014 og 40 prosent í 2017.

Partur 2/4: Tað víðagitna jólatrøllið “Haldføri”
Í seinastu frágreiðing hjá Búskaparráðnum er broytta fólkasamansetingin enn einaferð á breddanum og aftur verður mælt til at fremja nýskipanir til tess at betra um langttíðar haldføri og vøkstur í búskapinum. Tosað verður um at hækka pensjónsaldurin og eisini verður mælt til at steðga fráflytingini av føroyingum. Tøl vísa á at av hvørjum árgangi missa vit 20 prosent av lesandi sum ikki venda heim aftur. Kanningar frá 2011 siga at umleið 60 prosent av føroyskum lesandi eru uttanlands, samanborið við 25% í Íslandi og 2% í Danmark. Føroyingar plaga at klára seg væl innan hagtøl, men at verða nummar eitt í at spæla seg av við virðimiklasta tilfeingi er ikki nakað vit føroyingar skulu fegnast um. Hettar eru ung lesandi, sum kunnu verða knýtt at føroyska arbeiðsmarkninum og bjóða fyritøkum og stovnum eina ørgrynnu av nýhugsan og produktivum arbeiði, serliga í samband við økta talið av eldri borgarum, nýskipanir og langtíðar vøkstur og haldføri. Eisini hava nýligar fiskivinnusamráðingar staðfest hvussu viðbrekin ein av okkara høvuðsvinnum, fiskivinnan, kann tykjast tá tað kemur til spenningar á altjóða pallinum. Nú havi eg tikið tað búskaparliga sjónarmiði, men tey sum lesa uttanlanda vita mín sann hvussu stóra sosiala ávirkan eitt gott lestrarumhvørvi kann hava fyri eina býarsál.

Partur 3/4: Evropa ger risaíløgur í útbúgving og Føroyar mugu við!
Fyri nøkrum mánaðum síðani var eg vegna MFS á altjóða fundi í Vilnius, Litava. Á fyrsta degnum helt høvuðsumboð hjá Evropeisku Kommisiónini í Litava framløgu um risastóru íløgurnar sum EU ætlar at gera fyri at fremja munandi størri Evropeiskt sjálvbjargni í einum sera spentum altjóða umhvørvi við tøkniligari menning, og skiftinum til grøna orku. Í talandi stund veitir Kina upp ímóti 100% av kritiksu rávørunum til Evropa, sum eitt nú verða brúktar í elbilum. Hetta skiftið burturfrá Kina krevur ovurstóra vitan, nýskipanir, gransking og ikki minst menning í útbúgving. Eisini verður stórur dentur lagdur á lívslanga læring, tí allir aldursbólkar mugu brynjast til komandi arbeiðsumhvørvi sum munandi verður merkt av tøkniligari menning. Tískil fer EU at gera risaíløgur í hesi økini ígjøgnum skipanir sum Erasmus+ og Horizon. Erasmus+ er eitt program sum fíggjar og stimbrar uppundir møguleikarnir hjá lesandi og lærarum at reikast runt í Evropa sum skapar stórar møguleikar fyri útbúgvingarmenningina í føroyska samfelagnum. Hettar ger at føroyingar hava møguleikan at lesa í Føroyum og samstundis í størri mun sleppa uttanlanda at taka semestir og byggja uppá sína útbúgving við viðkomandi royndum uttan at flyta adressu til annað land. Tað er soleiðis øll grannalondini gera. Tað er tí alneyðugt at Føroyar hava gott samstarv við Evropa innan hægri útbúgving og gransking.

Í hesum sambandið skal sigast at tað gongur framá í arbeiðnum hjá Barna og útbúgvingarmálaráðnum at fáa útbúgvingarnar altjóða góðkendar og blíva partur av breiða evropeiska útbúgvingarsamstarvinum Bologna og European Higher Education Area (EHEA). Eisini er førleikakarmur fyri Føroyar klárur, sum skal gera tað lættari at sammeta føroyskar útbúgvingar við útlendskar. Tí fylgir MFS væl við arbeiðnum um at fáa Føroyar inní Bologna og European Higher Education Area (EHEA), sum er forteyt fyri limaskapi í Erasmus+. Hettar eru rúgvusmikil tøk og ein týdningarmikil partur av einum lokkandi lestrarumhvørvi, men fyri at skapa eitt lestrarumhvørvi sum kann kappast við tey hjá grannalondunum spæla onnur viðurskiftir inn sum krevja breitt samstarv og stóra politiska raðfesting.

Partur 4/4: Alt í alt ein kompleks avbjóðing við einfaldari loysn
Hóast lesnaður uttanlanda hevur stóra jaliga ávirkan á nýhugsan og menning hjá einstaka føroyinginum, er talan um eitt ósunt lutfall av føroyingum sum leita sær úr Føroyum. Úrslitið er at Føroyar, í óneyðuga stóran mun, spæla sær av við virðismiklasta tilfeingi og bjóðar tað út til aðrar tjóðir at gagnnýta í eini tíð har vit hava størst tørv á tí. Hettar er ein strukturell avbjóðing, sum hevur røtur langt aftur í tíðina tá einasti møguleiki í samband við hægri lesnað hjá føroyingum var at flyta til Danmarkar. Í dag telist Føroyar millum ríkastu lond í heiminum, men innan útbúgving liggja vit enn í ov stóran mun og nálgast at útbúgvingarskipanunum hjá grannalondunum, tí tær eru jú millum tær bestu í heiminum. Øll menniskju vilja hava bestu sømdir fyri seg og síni, men í hesum førum er tað tíverri við til at munandi skerja um møguleikarnir hjá Fróðskaparsetrinum at mennast. Tað er sera spell tí at útbúgving er grundarlagið undir tí samfelagnum sum vit føroyingar so gjarna vilja røkka. Hóast hettar er ein strukturell avbjóðing við nógvum faktorum, er loysnin ógvuliga einføld. Føroyingar skulu velja Føroyar framum onnur lond, tá teir umhugsa hægri útbúgving. Hettar er ein avgerð, sum fevnir um lestraríbúðir, lestrarstuðul, campus, góðsku av útbúgving og yvirordnaða lestrarandan í Føroyum. Vit skulu skapa eitt lokkandi føroyskt lestrarumhvørvi við sterkum altjóða góðkendum útbúgvingum og samstarvsavtalum. Hettar er eitt mál sum fevnir tvørturum blokkpolitikk, samgongu og andstøðu, eins og almenna og privata geiran. Hettar skal ikki bert verða ein annar postur á fíggjarlógini. Nú mugu vit umsíðir seta okkum nøkur stór, sterk, máttmikil og bjartskygd mál fyri hægri útbúgving í Føroyum og fara við beinari kós eftir teimum, tí heimurin bíðar ikki eftir okkum. Megna vit ikki tað, ja so kemur hægri útbúgving í Føroyum at dragna og rógva í kjalarvørrinum, fleiri bátslongdir aftanfyri grannalondini og frá persónligum royndum veit eg at tað er ikki stuttligt uppá nakran sum helst máta.

Jákup Holm Johannesen, Altjóða skrivari í Meginfelag Føroyskra Studenta, lesur International
Business and Politics á Copenhagen Business School.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo