At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Faer Isle, sum er whisky brennarí sum eisini framleiðir eitt nú gin, vodka og akvavit, fer nú undir seinna umfar av kapitaltekning. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni.

Tað eru longu 670 íleggjarar úr 23 londum við í felagnum, og pengarnir sum teknast skulu afturat skulu millum annað brúkast til at gera virksemið hjá fyritøkuni so grønt sum tilber.

- Eftir at hava gjørt íløgur fyri góðar 40 milliónir krónur, er virksemið nú komið væl og virðiliga í gongd, og vit framleiða bæði whisky, gin, akvavit og vodka. Nýteknaðu pengarnir skulu millum annað brúkast til at gera fleiri íløgur, sigur whisky brennaríið í Vestmanna.

Faer Isle miðar eftir at tekna 15,4 mió kr í nýggjum partapeningi, og ætlanin er at gjalda út vinningsbýti í 2027, verður sagt.

Her ber til at lesa meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo