Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

KVF boðar frá, í samrøðu við føðideildina á Landssjúkrahúsinum, at væntaða talið av føddum børnum í 2023 gerst 565, í mun til 678 í 2021.

Eitt fall á 113 børn!

Hetta er eins og fráboðað er um allan heimin, har fjøldin er mRNA íleguviðgjørd, og júst so sum fremsta óhefta serfrøðin, sum ikki sleppur til orðana alment, ávaraði um, heilt frá byrjan av skipaða Covid átakinum.

The Missing babies of Europe: (GT til DK: Sí her)

Pfizer hevur somuleiðis víst á vandan í tilfari sínum, sum varð álagt teimum at leggja fram alment, tó ætlan teirra var at dylja hetta í 75 ár (Sí phmpt.org og leita eftir 5.3.6 postmarketing: 5.3.6 Cumulative Analysis of Post-authorization Adverse Event Reports).

Nær varð Heilsuverkið kunnað?
1. mars 2022 legði FDA (Lægemiddelstyrelsen i USA) fyrstu 12.000 Pfizer Covid-19 skjølini fram, sum greitt lýsa ógvusligu vandarnar knýttir at mRNA íleguviðgerðini.

Tá skuldi sjálvsagt øll íleguviðgerð verið steðga í Føroyum.

Barnakonur, bróstakonur og børn skuldu ongantíð verið tikin við inn í mRNA ílegueksperimentið, sambært fremstu óheftu serfrøðini, sí: https://hippocrates.fo/barnakona, https://hippocrates.fo/b-rn

Dr. James Thorp lýsir her vandamálini knýtt at mRNA íleguviðgerðin fyri barnakonur, bróstakonur og barnið, sí: HER

Í samrøðuni omanfyri vísir Thorp til tilburðin í Afrika, har WHO framdi eitt ”Population control experiment”, sum minnir alt ov nógv um verandi Covid átak hjá WHO, sí: https://infertilitymovie.org/a-diabolical-agenda/

Spurningurin er um Dr. Stephen Karanja profeterar, tá hann í sendingini sigur soleiðis ”When they're through with Africa, they're coming for you”.

Karanja er ikki millum okkara í dag!

Läkaruppropet og Dr. Stephen Karanja
Svenskir læknar, granskarar og heilsurøktarstarvsfólk, 1.846 í tali, sum taka frástøðu frá Covid átakinum, hava savnað seg undir Läkaruppropet: https://doctorsappeal.com/, har tey somuleiðis hava gjørt vart við fallandi barnsburðartalið í Svøríki.

Spurningurin er um svensku læknarnir hugsa um profetisku orð Karanja's, tá teir á heimasíðu sínari stilla spurningin: ”Er talan veruliga um avfólking? Og er hetta kanska enntá tilætlað?”

Alt Europa hevur somu avbjóðing
Grannalondini Ísland, Danmark og Norra hava somu avbjóðing. Í Íslandi manglaðu 488 børn í 2022, í mun til 2021, í Danmark 5.043 børn, í Norra 4.580 børn, og í Svøríki 9.529 børn!

Í Europa verður mett, at áleið 1 millión børn koma at mangla í fyri árið 2023.

Er ekkin veruligur?
Torført er at skilja, hví KVF og Heilsuverkið ikki taka Covid átakið inn í líkningina, um heilhjartað verður leitað eftir orsøkini til fallið í barnsburðum, tá onnur meinlík viðurskifti kunnu knýtast beinleiðis at Covid átakinum!

Tað er somuleiðis torført at ímynda sær, at Heilsuverkið ikki er stúrið, og hugsar um íleguviðgjørdu kvinnuna, tá Pfizer longu í 2012 hevði greið dáta sum vísa, at eitrandi Lipid nanobitlarnir, sum eru liðir í íleguviðgerðini, hópa seg upp í eggjastokkunum, uttan mun til aldur, sí: trýst her

Fremsta óhefta serfrøðin er sera stúrin, sí: HER

hippocrates.fo
Mourits M. Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo