Tórshavnar kommuna er ein fjølbroytt kommuna. Og tað verður fagnað í viku 40, tá ið kommunan skipar fyri »Diversity 2016«. Vikan varpar ljós á teir mongu tjóðskapirnar, sum eru í Tórshavnar kommunu.
Í øllum Føroyum búgva fólk úr 142 ymiskum londum, og bara í Tórshavnar kommunu eru fólk úr oman fyri 100 londum.
Tey fáast bæði við eitt og annað. Og hetta sæst eisini aftur í skránni fyri »Diversity 2016«, sum hevur nógv ymiskt at bjóða alla vikuna.
Úr rúgvuni kann verða nevnt uttandura joga í Vágsbotni, afrikansk mótaframsýning og forkunnugir brellbitar úr heimsins heraðshornum.
Skráin fyri alla vikuna verður borin øllum húsarhaldum í kommununi í komandi viku og verður eisini at síggja á torshavn.fo.
Skráin leygardagin 8. oktober sæst niðanfyri:
Leygardagur 8/10: »Diversity 2016« í Tórsgøtu og á trappuni í Vágsbotni
Kl. 11.30-12.30: Angela og Rúni greiða frá ymiskum fólkasløgum.
Kl. 12-16: Heimligir brellbitar úr Tailandi, Filipsoyggjunum, India, Afrika og Peru.
Kl. 13.00 Vinnarin í teknikappingini verður funnin í Býarbókasavninum. Vinnarin fær handað vinning.
Kl. 13-15: Sker frukt og lær teg at prýða við frukt í Reinsarínum. Kvinnur úr Tailandi leggja fólki lag á. Fruktin verður sýnd fram í Tailendska básinum.
Kl. 13-14: Eitt brot úr indiskari mentan við indiskum dansi.
Kl. 14-14.30: Uttandura joga í Vágsbotni. Prav Satthi undirvísir.
Kl. 15-16: Eitt brot úr tailendskari mentan.
Kl. 16-17: Afrikansk mótaframsýning við litríkum tjóðarbúnum, søgur, tónleikur og dansur.
Kl. 17-18: Eitt brot úr mentanini av Filipsoyggjunum við tónleiki og dansi.
Kl. 18.00-18.30: Uttandura SUMBA
Kl. 21.00: Útgávukonsert hjá Monkeyrat í Reinsarínum. Kostnaður 160 kr.
Kl. 22.15: Konsert við KATA
Kl. 00.15 Konsert við IQ & Afana
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo