Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Heystfrítíð er, og Tjóðsavnið, Listasavnið og Sjósavnið, eins og Norðurlandahúsið og SMS bjóða til forvitnisligt spæl og hugna.

Savnsfagnaður á Tjóðsavninum, Listasavninum og Sjósavninum og heystfagnaður í Norðurlandahúsinum og SMS bjóða børnum og vaksnum til forvitnisligar upplivingar um tey vitjandi í náttúru, mentan og list í Føroyum.

Tiltakið byrjaði fyri 15 árum síðan og hevur broytt seg munandi øll hesi árini. ST lýsir í ár við evninum burðardygg ferðavinna, og hetta hevur ført til, at felagsevnið í heystfrítíðini er tann vitjandi. Hvør vitjar her og hvar vitjar tú? Komið og upplivið vitjandi. Bæði tey vælkomnu og kanska onkran óynsktan?

Nærri skrá sæst á facebook-síðuni Savnsfagnaður.

Tjóðsavnið í Brekkutúni í Hoyvík www.savn.fo og www.jardfeingi.fo
Kom og síggj skemtiliga og søguliga sjónleikin, Músin og týskarin. Og spennandu søgur um djór, tinnur og serligar gripir. Her verður kapping um ævintýraferð út í Koltur. Tjóðsavnið er opið í heystfrítíðini, mánadag til fríggjadag, kl. 11-16. Ókeypis atgongd.

Listasavnið í Gundadali www.art.fo
Hvønn dag verða verkstovur har børn kunnu tekna trøll saman við listamanninum Jan Nystrøm. Afturat verkstovunum er listaveiða og aðrar uppgávur til børn á Listasavninum. Listasavnið er opið í heystfrítíðini, mánadag til fríggjadag, kl. 11-16. Ókeypis atgongd.

Sjósavnið á Argjum www.sjosavn.net
Sjósavnið hevur snollað kør og hyljar upp til savnsfagnaðin, so vit síggja tann spennandi heimin í sjónum kring Føroyar. Skráin boðar frá krabbafiskarí, rokaligum vatnrakettum og stuttligum uppgávum. Sjósavnið er opið í heystfrítíðini, mánadag til fríggjadag, kl. 11-16. Hálvt atgongugjald.

Norðurlandahúsið www.nlh.fo
Vitja ævintýrliga skúrin hjá Emil í Lønnibergi í skóginum, sum Joel Cole hevur bygt í forhøllini í Norðurlandahúsinum. Og njóti síðan lesistovuna, teknistovuna og svenska barnabiografin við Pippi, Ronju og nógvum øðrum. Heystfagnaður í Norðurlandahúsinum mánadag til hósdag, kl. 10-18. Ókeypis atgongd.

SMS www.sms.fo
Aftur í ár skipar SMS fyri heystfagnaði á torginum við alskyns forvitnisligum fyri børn, so sum spennandi uppgávur, upplivingar og tiltøk fyri børn. Heystfagnaður í SMS, týsdag til leygardag kl. 10-18.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo