Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Orkan.fo hevur í dag áhugaverda grein um Hetland har vetnisframleiðsla byrjar um fá ár, ella áleiðis 2027. Fyri stuttum kom EFFO fram við slóbrótandi ætlan teirra at seta upp hóp av vindmyllum til framleiðlsu av ravmagni, og har umrøtt eisini er møguleikin at framleiða vetni, ið partvís kann nýtast í goymslu til framleiðslu av ravmagni, men kanska mest áhugaverda at just vetni er brennievnið, ið fleiri ferjur longu brúka, og ikki minni at fleiri bilaframleiðarar í áravís hava framleitt bilar til vetni sum brennievni. Nýtt frá Toyota er m.a. at teir veita 500 Mirai bilar til olympisku leikirnar í Paris í 2024. Ein einstakur Toyota vetnisbilur var á vitjan her heima fyri fáum árum síðan, men tíðanverri uttan møguleika at fáa fylt vetni á tangan.

Tað er einki nýtt í vetni til m.a. bilar. Toyto, Honda, BMW og aðrir framleiðarar hava fleiri ára royndir og møguleikin er eisini at keypa persónbilar við kompressiónsmotori ella við brennikyknu.

Magn hevði fyri fleiri árum síðan ætlan at seta vetnisáfyllingarstøð upp á støðini á Hálsi, men bleiv steðgað av SEV -fyrrverandi stjóranum á Magn - tí nýggi stjórin varð settur at selja olju og benzin, og einki annað.
Magn fekk tilboð frá Hydrogenics og frá H2Logic, og var kostnaðurin sera javnur við góðum 2.mill.kr. Støðin kundi veita vetni til 10 bussar og millum 40 og 50 persónbilar um dagin.

Jú, EFFO ger hol í sjógvin, og hevur fatur i rætta endanum á línuni. Spell má sigast, at okkara politikkarar eru so púrasta blankir tá umræður CO2 útlát og umlegging til framtíðar brennievni. Íløgan sum krevst at leggja orkuveitingina til skipaflota, farma- og ferðafólkaskip...sum eru ávegis...og ferðslu á landi, serstakt tunga ferðslu, er ovurstór. Men einki...púrt einki...er at hóma frá almennari síðu um just umleggin av orkupartinum til skipaflota og tunga ferðslu. Havvindmyllurnar koma, bert spurningur um fá ár, men heldur ikki har er nøkur visión ella ætlan hjá tí almenna.

Noreg hevur ferju sum siglir grundað vetni, og í San Francisco er eisini framúr vælvirkandi ferja við somu tøkni. Maersk er við at leggja skipaflotan um til grønt brennievni, meðan púrt einki røkist fyri nøkrum her í landinum.

Tó so.... uppskot til broyting av byggisamtykt fyri Tvøroyrar kommunu vísir á havnar- og stórt ídnaðarøki millum Krambatanga og Drelnes har lagt er av øki til eitt at byrja við 5MW electrolysuverk við goymslutangum. Eisini er sett av øki til biogassverksmiðju til alt lívrunnið rusk í Suðuroy, og endurnýtsluhøll til brúkslutir.

Spell at púrt ongar visiónir eru at finna millum kommunal- og ikki minni landspolitikkarar úr Suðuroy og fyri landið sum so.

Kári Thomsen

https://www.toyota.co.uk/new-cars/mirai

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo