40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg stilli upp fyri Fólkaflokkin, og mítt høvuðshjartamál er at verða eitt gott umboð fyri flokkin og alt Føroya fólk.

Tað má altíð verða endamálið, og um eg fái álit tann 8 dec, so fer mín arbeiðsinnsatsur ikki at liggja eftir.

Eg ynski at verða fólksins tænari, og eri takksamur fyri at eg fái ein møguleika at stilla upp, og vón mín er at eg kann fáa álit, og sleppa at gera mun, soleiðis at føroyingar framhaldandi fáa ein tryggan og frælsan gerandisdag.

Fái eg títt álit, so ynski eg at arbeiða fyri:

- Tryggar karmar til vinnulívið í Føroyum

- Skattalætta og broyta skattastigan

- Hægri barnafrádrátt

- Eitt enn betri heilsuverk

- Lesandi og lærlingar kunnu tjena minst 80.000,- skattafrítt

- Einar Føroyar fyri øll

Føroyar hava tørv á at bæði vinnan og familjan hava tað gott, tí so fáa vit eitt enn betri samfelag, búskap og vælferð.

Vel eina nýggja rødd, sum hevur: ÁRÆÐI, ÁGRÝTNI OG ÁBYRGD.

Við vón um at eg fái tín stuðul, og mítt høvuðshjartamál er at verða tín rødd.

X við Dánial Hansen
Valevni fyri Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo