Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hesi orðini í sálmi 126,1 runnu mær í huga, tá ið eg sá andlit teirra fyrstu frígivnu, sum Hamas rændi í jødisku kibbutzunum í suður-Ísrael hin lagnutunga leygar- og sabbatsdagin 7. oktobur 2023.

Júst henda bíbilska sálm 32 havi eg av og á havt frammi í prædikum mínum. Men hendan 23. novembur gjørdist hann nógv veruligari fyri mær enn nakrantíð áður.

Her er brot úr nevnda sálmi:

”Tá ið Harrin læt fangar Zions sleppa heimaftur, vóru vit sum tey, ið droyma. Tá fyltist muður okkara við gleðirópum ….. Harri, lat fangar okkara koma heimaftur, eins og løkir í Suðurlandinum.”

Hamas-ræningin fór júst fram í Suðurlandi Ísraels. Vit takka Gudi fyri tey, sum higartil eru leyslatin!!! 

Men nógv av teim rændu eu framvegis eftir í Gaza.

Tað var so gleðiligt, at vit – á bønarfundum í Ebenezer og øðrum Gudshúsum kring landið hava biðið og framvegis biðja fyri rændu gíslunum, sum eftir eru onkustaðni í Gaza, at hesi verða leyslatin. Somuleiðis, at vit biðja fyri krígsstøðuni millum Hamas og Ísrael.

Um páskaleitið í ár var eg – enn einaferð á vitjan við suðurmark Ísraels móti Gaza. Vit vóru boðin inn hjá ísraelsku Marcelle, sum hevur starvast í ísraelska ferðamannafelagnum, sum vit hava samstarvað við í ár so mong.

Har hittu vit eisini føroysku Katrin í kibbutzini Kissufim, ein av teim, ið varð álopin av Hamas leygardagin 8. oktobur.

Hendan Marcelle skrivaði 19. november til okkara:

”Torført er at ímynda sær, at tit føroyingar vóru her í heimi mínum í apríl mánaði í ár. Eg havi ongantíð verið rædd ella kent meg í vanda – ikki fyrr enn 7. oktobur í ár. Ongin okkara hevði nakrantíð ímyndað sær at eitt blóðbað, sum hetta, kundi henda. Í kibbutzini Kissufim mistu vit 12 vinfólk. Tvey, sum vit hildu vera tikin gíslar, vórðu seinni funnin innibrend í heimi sínum. Vit mistu 6 teilendsk verkafólk og ein varð tikin gísli - ein 85 ára gamal vinmaður hjá pápa mínum”.

Sum ferðaleiðari í Ísrael útvið seinastu fimti árini, kenni eg kuldagjóstur fara ígjøgnum mønu og merg, tá ið eg havi í huga, at eg ofta havi verið á sama staði, við føroyskum bólkum – júst har sum Hamasálopið fór fram.

Marcelle endar bræv sítt við hesum orðum:

”Takk fyri stimbran tykkara. Ísrael tørvar miklan stuðul júst nú. Eg vóni skjótt at síggja føroyingar aftur í Ísrael.”

Marcelle var á vitjan í Føroyum í 2019, saman við einum starvsfelaga á ”okkara” ferðaskrivstovu í Tel Aviv. Vit ferðaðust norður til Tjørnuvíkar, Eiðis og aðrastaðni í allarfagrasta summarveðri.  

Svenning av Lofti

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo