Skúlablaðið: Granskarar við University of Technology Sydney (UTS) hava samanborið tíðina, ið lesandi brúka á Facebook við karakterirnar, tey fáa.
Granskingin vísir, at brúkar tú nógva tíð á sosiala miðlinum kann tað føra við sær verri karakterir. Men tað er serliga tey, sum stríðast at fáa góðar karakterir, ið verða meinast rakt.
– Lesandi, sum ikki klára seg væl og stríðast við at hugsavna seg og at hava tamarhald á lesnaðinum, gerast lættari burturhugað á Facebook, sigur James Wakefield, granskari.
Universitetini í Avstralia nýta stig í próvtøkuuppgávunum, har nógv stig geva høgan karakter.
– Tað, sum vit sóu, var, at um tey lesandi vóru tríggjar tímar á Facebook um dagin, var munurin umleið 6 stig í eini próvtøku, sum er mett til 60 stig, ella 10 prosent.
- Tey, sum vóru stinn í lærugreinini, vórðu ikki ávirkað á sama hátt av at brúka tíð á Facebook. Tað sær út til, at tey, sum klára seg illa, brúka tíðina á sosialu miðlunum, heldur enn at brúka tíð til lesnaðin, men tey, sum klára seg væl, klára bæði at vera á sosialu miðlunum og lesa, sigur Wakefield.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo