Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Helena, ið upprunaliga kallaðist Nónhamar, varð bygd á Skála skipasmiðju í 1964.

Ein fyrireikingarbólkur hevur í longri tíð arbeitt við eini verkætlan at seta skipið á botn uttanfyri lendingina á Norðoyri, skamt upp at Reynsmúla, til gleði fyri føroyskar kavarar og ferðavinnuna. Í fyrireikingarbólkinum sita Oliver Joensen, formaður, Kjartan E. Hansen og Janus Joensen. Verkætlanin hevur verið sera væl móttikin og er stórur áhugi fyri henni, bæði hjá mynduleikum, einstaklingum og feløgum.

Hendan stóra og áhugaverda verkætlanin er vorðin veruleiki í tøttum samstarvi millum m.a. Klaksvíkar Froskmannafelag, fyrireikingarbólkin, Klaksvíkar Kommunu, Klaksvíkar Havn, Kav ívf, Kaving Sp/f, Á Hædd Sp/f, Umhvørvisstovuna, JFK P/f og Mekanor Sp/f.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo