Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Faroe Real Estate Ltd. P/f eigur partafelagið P.P. Faroe Pelagic í Kollafirði og er samstundis dóttirfelag hjá Næraberg Holding A/S.

Úrslitið eftir skatt í fjør gjørdist ein vinningur uppá 34,3 mió kr, sum skal samanberast við 16 mió kr árið frammanundan. Vit skulu heilt aftur til 2013 fyri at finna eitt líka gott úrslit.

Men tað er ein heilt serlig orsøk til góða úrslitið í fjør, og tað er at felagið í árinum hevur selt bygning og maskinur við vinningi. 

- Tað hevur gjørt, at úrslitið fyri móðirfelagið er nøktandi, sigur leiðslan í frágreiðingini.

Raksturin var niðurlagdur í fjør heyst, tí avtala var gjørd um, at nýggjur eigari, Pelagos í Fuglafirði, skuldi yvirtaka felagið. Tann yvirtøkan var veruleiki herfyri.

- Endalig støða er ikki tikin til framtíðar rakstur í felagnum, sigur leiðslan eisini í frágreiðingini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo