Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Samferðslumálaráðið: Týsdagin 6. mars varð farstøðin á havnarlagnum á Syðradali reist. Tað hevur í nógv ár verið eitt ynski um at fáa betri umstøður til ferðandi á Kalsoyarleiðini, ikki minst nú talið av vitjandi føroyingum og útlendingum í Kalsoynni er økt nógv seinastu árini.

Nú er farstøðin reist og um einar tveir mánaðir ella so, verður farstøðin liðug og tikin í nýtslu.

Dennis Holm, landsstýrismaður, var við til reisigildið og flutti eisini fram røðu á lítlari samkomu á havnarlagnum í Syðradali, áðrenn farið var í gamla skúlan á Syðradali til ábit og ein kaffimunn.

##med2##

Gott samband, bæði sjóvegis og eftir einum vælútbygdum vegakervi, er av avgerandi týdningi fyri trivnaðin í økjunum kring landið, ikki minst er hetta galdandi fyri okkara vøkru oyggjar, sum dúva uppá sjóvegis samband við meginøkið, segði Dennis Holm, landsstýrismaður.

Í røðuni segði, Dennis Holm, landsstýrismaður, at vøksturin í ferðavinnuni hevur skapt ein nýggjan vinnuveg í Føroyum og eisini skapt nýggjar møguleikar fyri menning kring landið. Kalsoyingar hava dugað væl at tikið av møguleikunum, sum ferðavinnan skapar. Kópakonan, gravsteinurin hjá James Bond, Kallurin og vøkru bygdirnar her í Kalsoynni draga til sín fólk úr øllum heiminum, og er hetta eisini sjónligt í talinum av ferðafólkum, sum ferðast á Kalsoyarleiðini.

Í 2013, árið áðrenn Kópakonan varð avdúkað, ferðaðust 36.678 fólk á Kalsoyarleiðini - góð 18.300 út í Kalsoynna og góð 18.300 úr Kalsoynni til Klaksvíkar. 10 ár seinni ferðaðust næstan 80.000 fólk – 79.390 fólk á Kalsoyarleiðini. Hetta setur økt krøv til bæði farleiðina og til karmarnar í Kalsoynni.

Samgongan gjørdi av somu orsøk av beinanvegin at raðfesta farstøðina á Syðradali á fíggjarlógini fyri 2023. Arbeiðið fór ígongd í fjør undir leiðslu av Landsverki, og nú reisigildið hevur verið, nærkast dagurin, har farstøðin á Syðradali kann takast í nýtslu.

Landsstýrismaðurin segði, at ongin ivi er um, at hetta fer at betra um umstøðurnar hjá øllum ferðandi á Kalsoyarleiðini, bæði hjá kalsoyingum, men ikki minst hjá føroyskum og útlendskum vitjandi í oynni, sum nú fáa eitt stað, har tey kunnu vera undir taki, turr og heit, og hava atgongd til WC-hentleikar.

Tað er Kanjon, sum stendur fyri byggingini av farstøðini á Syðradali.

##med3##

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo