Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FC Hoyvík hevur avgjørt, at raðfesta kvinnufótbólt høgt næsta kappingarár. Í hesum sambandi ætlar felagið á fyrsta sinni at luttaka í Betrideildini hjá kvinnum í 2024. Avgerðin um hetta varð tikin saman við eldhugaðu kvinnunum á fundi í gjár.

FC Hoyvík luttók í øllum aldursbólkum fyri gentur í júst lokna kappingarári. Gentur U13 vunnu greipuna - bæði FM-og steypakappingina 2023. Undanfarin ár hava U16 við gentum eisini staði seg sera væl.

Seinastu árini hevur FC Hoyvík hvørt ár, havt fleiri gentur við á ungdómslandsliðunum, og í løtuni eru vit umboðaði bæði á U15 og U17 landsliðunum.

Felagið metir seg við støðugt vaksandi fólkagrundarlagnum í Hoyvík í huga, at kunna gera seg galdandi bæði innan mannfólka- og kvinnufótbólt í framtíðini.

Eykaaðalfundur verður 23. november, har nevndarval og framtíðarætlanir eru á skránni. Felagið vónar, at limirnir møta fjølmentir í felagshølunum kl. 19.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo