Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Feilurin í lønarlyftinum

Spurningar:
1. Landsstýriskvinnan verður biðin um at greiða frá og útgreina feilin, sum, sambært landsstýriskvinnuni sjálvari, varð gjørdur móti heilsuhjálparunum, tá sokallaða ”lønarlyftið” varð sett í verk.

2. Ætlar landsstýriskvinnan at rætta hendan feilin?

3. Um ja, hvussu og nær?

4. Um nei, hvussu rættvísger landsstýriskvinnan ikki at rætta feilin?

Viðmerkingar:
Tíðliga í summar setti Fíggjarmálaráðið, saman við útvaldu fakfeløgunum, tað lønarlyft í verk, sum samgonguflokkarnir lovaðu røktarstarvsfólkum undan og eftir løgtingsvalið.

Skjótt frættist um eina villu, sum rakti tann eina fakbólkin, heilsuhjálparar. Fakfelag teirra gjørdi beinanvegin vart við mismunin og Fíggjarmálaráðið og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum váttaðu, at so var. Tey viðgingu at hava gjørt ein reguleran roknifeil. Villan var sambært lønarstjóranum, at eitt heilt ár var horvið í framrokningunum, nevniliga 2022.

Hóast vart varð gjørt við hetta av bæði fakfelag, tíðindafólkum, politikarum og uttan iva øðrum við, so røkist einki fyri, at ráðið ella landsstýriskvinnan loysir hendan alt annað enn ”lítla og hypotetiska” feilin, sum landsstýriskvinnan nevnir hann.

Tí verður skrivligur spurningur settur, sum vónandi kann elva til sjálvrannsakan og loysn av hesum máli.

Á Løgtingi, 16. november 2023
Jenis av Rana

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo