Manchester United rindaði 19,6 milliónir pund - um 166 milliónir krónur - fyri at geva venjaranum José Mourinho og hansara toymi fótin í afturpartin í desember 2018.
Tað vísur roknskapurin fyri seinasta ársfjórðing sum felagið legði fram í dag.
Toymið hjá Mourinho var málverjuvenjarin Silvino Louro, Ricardo Formosinho sum kannaði mótstøðuliðini, umframt fitnessvenjararnir Stefano Rapetti og Carlos Lalin, og analýsusjefurin Giovanni Cera.
Mourinho hevði sáttmála til á sumri 2020.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo