

Ein skoti sum var í Noregi og fiskaði fekk størri fong enn hann hevði væntað, tá hann dróg 35 kilo tunga toskin við Sandland sum er í kommununi Loppa har norði í landinum.
VG skrivar, at teir ætlaðu fyrst at seta toskin út aftur, men tá tað varð greitt, at hann fór ikki at klára seg, gjørdu teir av at taka hann við sær til lands.
Tað er sum skilst ikki fyrstuferð at so stórur toskur er fiskaður har. Tá kunnu teir hava upp til 15 kilo av rogni í sær.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo