Á triðja ári á rað verður skipað fyri felags gudstænastu í Sandoyar prestagjaldi, sunnudagin 19. mars, kl. 12.00. Gudstænastan verður í høllini inni í Dal. Havstein Klein, prestur, prædikar. Gudstænastan verður hildin í sambandi við fótbóltsmarathon, sum B71 skipar fyri.
Í ár verður gjørt eitt sindur burturúr.
Havnar Hornorkestur spælir til sálmasangin, Tróndur Herason Olsen stjórnar.
Børn av Sandi syngja.
Konfirmantar luttaka við upplestri og hava saman við lærara gjørt altartalvu, sum verður avdúkað til høvið.
Høgni Reinert Hansen, ljóðtøkningur, hevur tikið upp ljóðið av kirkjuklokkum í øllum prestagjaldinum.
- Vit fara at hoyra tær, hvussu tær hava hvør sín dám og ljóm. Í meðan síggja vit myndir av kirkjunum, sum ljóðið er frá.
Høvi verður at keypa døgurða eftir gudstænasta, siga tey av Sandi í tíðindaskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo