Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar Kommuna: Heðin Mortensen segði m.a., at í Føroyum hava vit júst pakkað stóru stevnurnar og festivalarnar saman fyri summarið, so tað er avbera hugaligt at vitja á mentanarnátt í Reykjavík. Tórshavnar kommuna og Sendistova Føroya hava í fleiri ár samstarvað um hetta tiltak á Sendistovuni í sambandi við mentanarnáttina.

- Vit eru fegin um at kunna vera við sum stuðul og samstarvspartur, og mín vón er, at Sendistovan og høvuðsstaðarkommunan í Føroyum eisini framyvir eru við til at geva eitt munagott føroyskt íkast til mentanarnáttina í Reykjavík. Takk fyri góða vælvild og hjálpsemi og takk fyri eina altíð virðiliga umboðan, Føroyum at frama.

- Tað er gott at síggja mongu kendu andlitini aftur, og tað er gott at síggja, at nýggj leggjast afturat. Tað sigur mær somikið sum, at mentanarnátt Reykjavíkar livir væl og mennist fyri hvørt ár – eisini her á sendistovu føroyinga í Íslandi.

- Upplivingar og kreativt umhvørvi eru týdningarmikil í hugmyndini um hitt góða lívið hjá fólki í dag. Undirhald, mentan, list og ítróttur skapa lívsinnihald í nútíðini og geva upplivingar, sum fólkið tráðar eftir.

- Vit hava á hesum økjum eitt mennandi samstarv við Ísland. Okkara myndlistafólk hava í stórum tali leitað sær útbúgving, íblástur og fyrimyndir í Íslandi. Ikki so fá av okkara evnaríku fólkum innan tónleik og sjónleik hava nomið sær listarligar útbúgvingar í Íslandi.

- Høvuðsstaður okkara hevur fjølbroytt samstarv við Reykjavík. Á mentanarøkinum hava vit fleiri ítøkilig felags átøk. Norðurlendsku høvuðstaðarnir hava felags avbjóðingar á mongum økjum, allir eru havnabýir, og havið hevur ein týðandi leiklut í sosialu og mentanarligu menning okkara.

- Samband og samstarv okkara millum er sostatt fjølbroytt, og vilji og áhugi eru til at halda fast um og útbyggja samstarvið til fleiri øki. Hetta til gagns fyri borgarar og vinnulív, og til frama fyri okkara felags leiklut í heimssamfelagnum, so vit ikki hvørva í meldrinum, men vaksa við uppgávuni og megna og duga at gera vart við okkum í globalum samanhangi.

- Hetta seinasta er serliga týdningarmikið, nú vit standa saman um okkara komandi leiklut í Arktis.

- Góðu íslendingar! Okkara fólk, sum í so mongum hevur felags mentanararv, er okkara størsta ríkidømi. Okkara felags mentan ger, at vit skilja hvønnannan betur enn flest onnur. Og bardagi okkara at hjúkla um okkara fólkatilfeingi, so vit ikki tapa bardagan móti lokkandi útlandinum, er felags og líkist nógv.

- Í góðum samstarvi læra vit hvør av øðrum. Í alheimshøpi eru vit brøðratjóðir lítlar, men við stóra havríkidøminum í huga, so eiga vit saman stóran part av øllum tí fiski, sum evropearar á fastlandinum vilja hava til matna. Hetta gevur okkum eina sterka serstøðu í altjóða høpi.

- Ísland og Føroyar eru virknir partar í norðurlendskum samstørvum, sum bæði geva mentanarligar, búskaparligar og aðrar ágóðar. Vit samstarva innan fiskivinnu og aðra vinnu, útbúgving, gransking og innan fleiri partar av mentanarøkinum.

- Vit samstarva eisini innan ferðavinnu og á øðrum økjum, seinnu árini við serligum denti á at samskipa upplýsingarvinnuna í øllum útnorði. At so mangt er felags er ein styrki, tí samanhald gevur styrki. Tann stóri framtakshugur og menning, sum hóast fá í tali, býr í okkara fólki, vekir til alt størri undran í stóra útlandinum.

- Slíkir dagar eru enn ein áminning um okkara felagsskap og vinarbond, ið vit til allar tíðir eiga at røkja og nøra, tí einki er so gott sum at trívast millum vinir og grannar. Vit eru frændur við varandi og góðum brøðralagi, sum altíð rætta hvørjum øðrum eina hjálpandi hond, tá á stendur.

- Við vón um góða samvinnu og gott brøðralag vil eg takka fyri, at mær gavst høvi at siga nøkur orð í dag her í Reykjavík. Takk til Listagluggan fyri framsýning av føroyskari list, og takk til Sannu Bæk Hoydal fyri einastandandi sang og Føroya Bjór fyri úrval av drykkjuvørum og brellbitum av føroyskum mati, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann setti føroyska tiltakið.

Aftaná varð farið í Kaldalón í Hørpu at hoyra Jazzygold, Sannu Bæk Hoydal og Swangah.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo