Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fótbóltssambandið: Saman við Koronaráðgevingini, hevur Fótbóltssamband Føroya orða eitt tilmæli, ið snýr seg um, hvussu venjingar og dystir hjá liðum, sum spæla í Betri Deildini hjá monnum, Betri Deildini hjá kvinnum, og í 1. deild hjá monnum, skulu avgreiðast.

 

Eftir ætlan byrjar landskappingin í Betri Deildini hjá monnum leygardagin 9. mai, og í fyrstu atløgu skulu allir dystir spælast uttan áskoðarar. “Uttan áskoðarar” merkir, at eingir áskoðarar hava loyvi at verða á økjum, har ein vanliga skal hava atgongumerki til.

 

Vegleiðingin er bert galdandi fyri vaksin. Í løtuni verður arbeitt við at gera eina vegleiðing, sum er ætlað til venjingar og dystir hjá børnum og ungum. Miðað verður eftir, at yngru liðini kunnu byrja sínar venjingar frá mánadegnum 4. mai.

 

Øll vegleiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá FSF - trýst her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo