Ferðafólkatalið vaks 12,7% í mai. Hetta merkir at 36.737 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin í Sørvági, sambært tølunum sum VP hevur skeitt í á heimasíðuni hjá Vága Floghavn.
Higartil í ár eru 128.917 ferðafólk komin og farin. Hetta er ein samlaður vøkstur á 14,5%
Eisini talið av komu- og fráferðum er nógv vaksið. Har er vøksturin 10,1%
Hyggja vit eftir ferðamálunum, so er vøksturin á Danmarkarleiðunum 15%
Noregsleiðin +6%
Ísland ein afturgongd á 1%
Skotland ein framgongd á 28%
Onnur ferðamál og charter er +5%
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo