So halda vit til - í Jesu navni
- Zacharias Nielsen, grindaformaður í Sandavági

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Runavík: Visit Runavík fer á einum serligum ferðavinnudegi, sum verður 7. apríl, at tvinna ferðavinnu og íverksetan saman. Sjóneykan verður sett á íverksetan av virksemi og upplivingarmøguleikum innan ferðavinnu í allari kommununi.

Dagurin verður skipaður við framløgum, verkstovum og kjaki.

Umframt at Visit Runavík fer at leggja fram, hvørjar ætlanir eru á ferðavinnuøkinum,  fer umboð fyri Íverksetararhúsið at greiða frá, hvørjir møguleikar eru hjá virkjum og privatum at seta nýtt virksemi á stovn.

Millum fyrilestrahaldararnar eru m.a. Pól Sundskarð, íverkseti og eigari av hiking.fo og Anna Rubeksen, bóndi og eigari av “Heimablíðni hjá Onnu og Óla” á  Velbastað.

Aftaná framløgurnar verða verkstovur skipaðar, har fólk fáa høvi at skifta orð við umboð frá Íverksetarahúsinum um ítøkilig amboð í sambandi við vørumenning, við Visit Runavík viðvíkjandi gisting, eins og ein lýsingarráðgevi og íverksetarar fara at leiðbeina og geva góð ráð.

Ætlanin er at fólk, sum hava hug at fara undir eitthvørt virksemi, sum hevur til endamáls at menna ferðavinnu í kommununi, skulu kunna leita sær kunning og ráðgeving til hetta.

Talan kann vera um alskyns virksemi innan ferðavinnu eitt nú heimablíðni, útleigan av summarhúsum, Ból og Biti, ferðaleiðari, skipa bátaferðir, upplivingar ella líknandi. Tað er bert hugflogið sum avmarkar.

Tíðarskeiðið har flest ferðafólk leita sær til Føroya nærkast í hvørjum. Eftirspurningurin eftir upplivingum og tænastum innan ferðavinnu í kommununi økist og júst tí skipar Visit Runavík fyri hesum íverksetaradegi innan ferðavinnu.

Tiltakið er alment og verður á Bókasavninum við Løkin leygardagin 7. Apríl frá kl. 10.00-12.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo