



Á ovaru talvuni (sí niðanfyri) síggjast hagtøl fyri Kalsoyarleiðina, Mikinesleiðina, Fugloyarleiðina og um flogvøllin fyri árini 2014, 2018, 2019 og 2022 og prosentbýtið millum árini 2019 (fyri korona) og 2022:
Har sæst, at ferðafólkatalið á Kalsoyarleiðini í 2022 er økt við 4% í mun til 2019, meðan ferðafólkatalið á Fugloyarleiðini og um flogvøllin er næstan komið upp á tað sama sum í 2019.
Á Mikinesleiðini væntar nógv í at koma uppá sama støðið sum 2019.
Á niðaru talvu sæst, at øll tøl á Kalsoyarleiðini eru munandi økt síðan standmyndin av Kópakonuni varð reist í 2014 á helluni í Mikladali.
- Og minnissteinurin um James Bond, sum varð reistur í 2022 á Kallinum norðanfyri Trøllanes, hevur uttan iva økt um talið av vitjandi í oynni í 2022, sum er tað hægsta nakrantíð.
Hetta skrivar Visit Kalsoy í tíðindaskrivi.
Ferðafólkatalið sjóvegis økist øll árini, ferðafólkatalið við bussleiðini er fleirifaldað - serliga síðan koyringin varð dagførd í 2019 - og bilatalið er økt øll fyrstu árini, men er (tíbetur) minkað nakað aftur orsakað av eini betri bussleið til og frá Sam.
Í 2022 hava aðrir privatir bussar eisini koyrt á Kalsoynni, so ferðafólkatalið við bussi er væl meira, enn talvan vísir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo