Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Boattours.fo Sp/f, sum landsstýrismaðurin og varaløgmaður Høgni Hoydal eigur 33% av, keypti ein bát í 2019. Í roknskapinum fyri árið 2019 stendur báturin til eitt keypsvirði á kr. 644.167.

Harumframt stendur ein ogn á kr. 149.395 í roknskapinum fyri 2019.

Henda ogn er helst mvg-ogn í sambandi við keypið av bátinum. Báturin hevur sostatt kostað umleið kr. 800.000 við mvg.

Í 2019 er úrslitið hjá felagnum kr. 0.

Í roknskapinum fyri 2020 hevur báturin eitt virði á kr. 626.400, meðan áognin nú er kr. 8.825.

Orsøkin til at áognin er minkað úr kr. 149.395 til kr. 8.825 er óivað tí Boatstours.fo Sp/f hevur fingið keypsmvg´ið goldið av TAKS í 2020.

Í 2020 er úrslitið hjá felagnum eitt undirskot á kr. 87.255.

Í roknskapinum fyri 2021 hevur báturin eitt virði á kr. 608.633, meðan áognin er kr. 49.500.

Í 2021 er úrslitið hjá felagnum eitt undirskot á kr. 21.611 kr.

Í roknskapinum fyri 2022 hevur báturin eitt virði á kr. 590.866, meðan áognin framvegis er kr. 49.500.

Í 2022 er úrslitið hjá felagnum eitt undirskot á kr. 77.506.

Felagið hevur sotatt ongantíð havt yvirskot síðani tað keypti bátin. Tí kann setast spurningur við um bátavirksemið nakrantíð hevur verið rikið á vinnuligan hátt, tá felagið ongantíð hevur havt yvirskot – hvørki áðrenn ella aftaná Koronu. Á Facebook-síðuni hjá Boattours sæst at báturin verður nýttur privat.

Hetta mál eigur at vera kannað nærri, tí VP er vitandi um líknandi umstøður, har TAKS hevur kravt mvg'ið aftur frá felagnum.

Tí kann tað ikki standa ósvarað um felagið hjá Høgna Hoydal hevur fingið mvg'ið aftur av órøttum.

Bárður á Steig Nielsen formaður í Sambandsflokkinum og fyrrverandi løgmaður, sigur í stuttari viðmerking við VP, at Løgmaður eigur beinanvegin at biðja landsstýrismannin Høgna Hoydal upplýsa, um hann hevur fingið endurgoldið innflutnings-mvg av sínum báti.

- Verður tað staðfest, er hetta brot á bæði mvg-lógina og vinnulóggávuna, ið landsstýrismaðurin sjálvur umsitur, og tað eigur at fáa fylgjur, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Niðanfyri er mynd av ognunum hjá Boattours.fo Sp/f í 2019 og 2020 sambært almennum roknskapi hjá felagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo